Ein kommuna við nógvum vinnulívi

Í Vestmanna býr gott fólk, og tá allar góðar kreftir í kommununi viðvirka til, at bygdini skal gangast væl, skal meira enn eitt lítið nos til, at bygdasamfelagið fellir í fátt

Vestmanna

 

Í Vestmanna kommunu er nógv vinnulív, bæði á sjógvi og landi.

Bygdin hevur upp ígjøgnum árini átt fleiri reiðarar, og tá ið teir gomlu løgdu frá sær, tóku teir yngru yvir.

Hetta eru dugnaligir menn, sum hava nógvar fiskimenn siglandi við sínum skipum.

Meðan onkur bygd kann sigast at vera línubygd burtur av, er Vestmanna bygdin, sum hevur traditión fyri trolvinnu.

Vit plagdu at siga, at Klaksvíkin, Toftir og Eiði vóru línubygdir, men tíðin stendur ikki í stað, og í dag eru fleiri trolarar heimahoyrandi í Klaksvík.

Í Vestmanna hevur verið hildið fast um trolvinnuna, og tí eru nógvir vestmenningar og menn í grannabygdum dugnaligir í trolvinnuni.

Tað var tí kanska ikki so undarligt, at eitt nýtt trolvirki í Føroyum – Føroya Trol – sá dagsins ljós í Vestmanna fyri fáum árum síðan.

Í Vestmanna er eisini stór framleiðsluvinna innan fiskiídnaðin – við virkinum hjá Faroe Seafood og nýggja gulllaksavirkinum Atlantis, sum reiðararnir í bygdini saman við øðrum hava lagt lunnar undir.

Tey, sum starvast her, eru dugnalig fólk, sum fleiri hava arbeitt í fiskavirkisvinnuni í mong ár.

Fiskur verður aldur á Vestmanna, eins og smolt eisini hevur verið framleitt á vøtnunum.

Stóru vinnulívsmenninir og reiðararnir í Vestmanna, Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen, eru saman við øðrum óførir at skapa virksemi í bygdini og í nærumhvørvinum.

Tummas eigur meginpartin av Vestmenningi og Fram (JFK eigur 10%), og Dánjal Jacobsen eigur Vesturbúgvan. Saman eiga teir so eisini Nornagest og Kolumbus. Trolbáturin Skálafossur er eisini ein partur av skapandi virkseminum hjá vinnulívsmonnunum.

Tá Faroe Seafood gavst við gulllaksavirkseminum í Vestmanna, tóku Tummas Christophersen, Dánjal Jacobsen og Dánjal J. Andreasen yvir.

P/F Vestmanna Fiskavirki, sum er eitt gamalt felag, eigur Atlantis, har tey áður arbeiddu laks.

Teir, sum í dag eiga ein stóran part av gamla felagnum, eru aftur Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen, sum er stjóri í P/F Vestmanna Fiskavirki.

Fleiri smærri eigarar eru eisini.

Vinnulívið í Vestmanna hevur lagt lunnar undir eina 1800 tons stóra frystigoymslu, sum saman við nýggja gulllaksavirkseminum er ein íløga upp á einar 30 miljónir krónur tilsamans.

Seks skip plaga at fáa loyvi at veiða gulllaks í vertíðini, sum er summarhálvan. Tey eru Vestmenningur, Fram, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin og Stjørnan og Polarhav.

Vestmenningar eiga trý av hesum skipum, Vestmenning, Fram og Vesturbúgvan, sandoyingar eiga Eysturbúgvan, og leirvíkingar eiga Polarhav og Stjørnuna.

Men tað eru ikki bara vestmenningar, ið sigla við skipunum, sum eru heimahoyrandi í bygdini og arbeiða á teimum virkjum, sum vinnulívið hevur skapt. Tað eru eisini onnur, ið njóta gott av hesum virksemi.

Við so dugnaligum vinnulívsfólki, arbeiðsfólki og fiskimonnum er ikki løgið, at borgarstjórin, Karl A. Olsen, er bjartskygdur um framtíðina hjá Vestmanna kommunu.