Tað eru 11 ár síðani, at tann tá 21 ára gamli Todi Jónsson fór úr Klaksvík umvegis Havnina til Danmarkar, har hann hevur sligið sítt navn fast í donskum fótbólti. Mánakvøldið var Todi fyri fyrstu ferð aftur á vøllinum í Klaksvík, og hesaferð gekk hann á odda fyri felag sítt FC Keypmannahavn.
Ikki nóg gott
Sum vera man, var Todi Jónsson misnøgdur við, at FC Keypmannahavn noyddist at lúta fyri KÍ. - Sjálandi er tað øðrvísi at spæla á graslíki enn á grasi, og tí skuldu vit venja okkum við vøllin, men tað er ikki nøkur umbering fyri ósigurin. Kanska undirmettu vit eisini KÍ eitt sindur, men hinvegin eiga teir rós fyri at hava spælt ein góðan dyst, segði Todi Jónsson eftir dystin.
Sjálvur leikti Todi í álopinum hjá donsku meistarunum frá fyrsta bríksli saman við brasiliumanninum Alvaro Santos, men í hálvleikinum skifti FCK at kalla alt liðið út, eisini Toda. Teir 45 minuttirnar, ið Todi fekk á vøllinum, var onkuntíð nær við, at hann fekk skorað, men tað bleiv við tað.
At áskoðararnir í Klaksvík høvdu eyguni serligani vend ímóti Toda Jónsson, er einki dulsmál, og Todi segði eisini eftir dystin, at hann var greiður yvir, at áskoðararnir væntaðu sær eitt sindur av honum, nú hann var komin á vitjan í heimbýnum við danska felagi sínum.
Glaðir fyri vitjanina
Hópurin hjá FC Keypmannahavn venur hvønn dag, meðan vitjað verður í Føroyum. Hvønn dag til og við hósdagin verður vant klokkan 11 á Tórsvølli, og tíð er eisini til at taka sær eitt sindur av løttum. Í gjár seinnapartin skuldu donsku fótbóltsmeistararnir ein túr við Norðlýsinum, og ætlanin var at vita, um tað ikki fór at eydnast teimum at fáa eitt kók, greiðir Todi Jónsson frá.
Eisini hava spælararnir hjá FC Keypmannahavn havt høvi til at hyggja seg eitt sindur um í høvuðsstaðnum, og til dømis hevur ein bilafyritøka í Havn latið sjey bilar, sum eru til taks hjá donsku meistarunum, meðan vitjað verður í Føroyum. Todi Jónsson sigur, at liðfelagar hansara og restin av ferðalagnum lata væl at Føroya vitjanini.
Í kvøld skulu danmarksmeistararnir so í dyst við føroyameistararnir úr HB. Tann dysturin verður leiktur á grasi á Tórsvølli, og Todi Jónsson sigur, at tá verður avrikið óivað betur, enn tað var í Klaksvík mánakvøldið.