FÓTBÓLTUR
At italsk feløg meistra verjuspæl, tá á stendur, var sjón fyri søgn á Anfield leikvøllinum í Liverpool, tá Inter Milan var á vitjan í gjárkvøldið. Eftir 69 daga langan steðg, er sjøtul nú aftur settur á Champions League fótbólt.
Reyða kortið avgjørdi
Dysturin á Anfield leikvøllinum, har Liverpool og Inter dystaðust, var hampuliga javnur í knappan hálvan tíma. Men tá Marco Matreazzi fekk sítt seinna gula kort, og harvið eisini reytt, setti Liverpool seg á tað mesta. Inter legði seg aftur verja málleysa javnleikin, og so hvørt sum minuttirnir gingu, øktist trýstið á mál teirra.
Tað gekk tó striltið hjá Liverpool at skora neyguga málið, men tá Jermaine Pennant og Peter Crouch vórðu settir á vøllin fyri ávíkavist Ryan Babel og Lucas Leiva, kom forloysingin. Alt fyri eitt kom meira breidd á í høgra borði, og tað skuldi eisini vísa seg, at málini bæði, ið komu í dystinum, komu eftir uppspæl í høgru.
Fyrst skoraði Dirk Kuyt, og síðani var tað »Captain Fantastic« Steven Gerrard, ið søkti Inter, og harvið gav Liverpool eitt sera gott útgangsstøði undan seinna dystinum í Milano.
Teir kongaligu taptu
Roma og Schalke vunnu sær bæði heimasigrar í gjárkvøldið, tá tey høvdu vitjan av ávíkavist Real Madrid og Porto.
Á einum kvøldi, har Chelsea fekk málleysan javnleik móti Olympiakos í Athen, mátti Roma kempa fyri teirra 2-1 sigri á Olympiska leikvøllinum í Rom – Mancini var hetjan, tá hann skoraði vinnandi málið í 58. minutti, eftir at David Pizarro hevði javnað. Tí fyrsta málið í dystinum fall til Raul hjá kongaliga felagnum.
Hetta er samstundis fyrsta ferðin av fýra møguligum, at Roma vinnur á Real Madrid í italska høvuðsstaðnum. Men Real vóru tó óhepnir, ikki at javna, tá Royston Drenthe rakti tvørtræið, tá bert 10 minuttir írestaðu.
Porto, fingu hinvegin eina keðiliga uppliving, tá teir vitjaðu leikvøllin, har teir vunnu Champions League finaluna afturi í 2004. Porto taptu dystin móti Schalke 1-0. Einsamalla málið á Veltins Arena í Gelsenkirchen, skoraði týski landsliðsleikarin, Kevin Kuranyi, longu í fjórða minutti.
Úrslitini týskvøldið:
Liverpool-Inter 2-0 (Kuyt, Gerrard)
Olympiaikos-Chelsea 0-0
Roma-Real Madrid 2-1 (Pizarro, Mancini - Raul)
Schalke 04-Porto 1-0 (Kevin Kuranyi)
Dystirnir í kvøld:
Arsenal-Milan
Celtic-Barcelona
Fenerbahce-Sevilla
Lyon-Man Utd
Allir dystirnar í kvøld byrja klokkan 19:45