Ein lætti tá tú situr við bókini í hodini

Tað sigur Helgi Jacobsen, høvundur av bókini »Hotel Føroyar - meira av tí góða«, sum samstundis heldur, at ringasta kenslan er at sita seinasta dagin, at handritið skal latast úr hondum og hugsa um, at eingin møguleiki longur er at gera eina seinastu rætting

Leo Poulsen

Hann er eftir hondini við at gerast ein av vetranunum, tá tað ræður um bókaskriving, tí longu í 1982 kom hansara fyrsta bók út. Og í gjár varð so hansara seinasta verk lagt fram á móttøku á Hotel Føroyum.
- Talan er um eina bílegging, sum eg havi arbeitt við ógvuliga intenst síðani seinnapartin av oktober 2012, sigur Helgi Jacobsen.
Tað vóru Sprotin og Johannes Jensen, stjóri á Hotl Føroyum, sum settu seg í samband við Helga Jacobsen.
- Í slíkum førum tosi eg við arbeiðsgevaran um, hvussu vit grípa málið ann. Hvat skal við og hvat skal fara aftur við borðinum. So skrivi eg eitt útkast, eitt slag av arbeiðsskjali, sigur Helgi Jacobsen.
Tað hendi so eisini í hesum føri. Men tað krevur rættiliga nógv tíðarkrevjandi reserch.
- Tað er í veruleikanum eitt privilegium at fáa eina slíka uppgávu, tí tú lærir ógvuliga nógv um samfelagið og samfelagssøgu, sigur Helgi Jacobsen.
Tað var í oktober í fjør, at tað rann saman millum Sprotan, Johannes Jensen og Helga Jacobsen, so tað skuldi ganga skjótt fyri seg.
- Eg byrjaði veruliga seinast í oktober, og so arbeiddi eg intenst til eiaferð fyri hálvum øðrum mánað síðani, tá bókin so fór til prentingar, sigur Helgi Jacobsen.

Meira av tí góða
Ein av stóru spurningunum í sambandi við bókina var, hvussu hon skuldi eita.
- Tað umhugsaði eg ógvuliga gjølla. Eitt stað á vgnum arbeiddu vit við, at navnið Hotel Føroyar als ikki skudi verða við í heitinum, men hesum sluppu vit kortini ikki undan, sigur Helgi Jacobsen.
Hann leitaði í hvørjum króki av heilanum, men tað var ikki fyrr enn hann ein dagin heilt av tilild læs eina grein hjá kenda danska sexologinum, Joan Ørting.
- Tað var ein grein um ein fyrilestur, hon hevði hildið í Føroyum, sum snúði seg um tað góða við kynslívinum. »Det gode liv« nevndi hon fyrilesturin, og tað legði grundina undir heitið á bókini, »Hotel Føroyar - meira av tí góða«, sigur Helgi Jacobsen.
Hann tosaði so við Leif Sørensen og hinar kokkarnar á Koks fyri at hoyra, um tað kundi væntast meira av tí góða matinum, sum Koks nú stendur fyri.
- Og har søgdu teir mær, at teir í veruleikanum ikki rúktu annað, enn føroyingar altíð hava brúkt, men at teir bara høvdu lagt nakað aftrat. Tí kann roknast við, at vit fara at fáa meira av tí góða eisini í framtíðini, sigur Helgi Jacobsen.
So saman við fyrilestrinum hjá Joan Ørting og gourmet matgerðini á Koks kom heitið á bókini.
- Tað var eitt sindur tilvildarligt, men øll fullu fyri heitinum beinanvegin, og so var tað avgjørt, sigur Helgi Jacobsen.

Ein bók av søgum
Bókin er ikki ein kronologisk gjøgnumgongd av Hotel Føroyum frá degi eitt og fram til dagin í dag.
- Eg vildi hava eitt faktult grundarlag fyri bókini, og tí granskaði eg nógv í søguni, sum í veruleikanum byrjaði her í Vágsbotni. Við Ryberg byrjaði tað góða lívið, og í smáum søgum verður so greitt frá lívinum frá føroyska gestablídninum fyri 250 árum síðani fram til dagin í dag, sigur Halgi Jacobsen.
Bókin kemur eisini rundan um Henry Stanley, sum í 1800 talinum kom til Føroya á granskingarferð.
- Har fann eg eina frágreiðing um, tá hann skuldi upp á Slættaratind. Har stendur í frágreiðingini, at teir lógu nátt í útjaðaranum av Tórshavn, sum var á Kjalnesi. Tá Kollafjørður nú er en partur av Tórshavn, passar tað jú á sín vís, sigur Halgi Jacobsen.
Nú kann tað so vera sínar sakir, um hetta var stytsti vegurin norður á Slættaratind, men soleiðis var so mett tá.
- Hann hevði tríggjar skrivarar við sær, og teir kundi greiða frá, at ongantíð hevði Henry Stanley sovi so væl og bleytt, sum hesa náttina á Kjalnesi, og ongantíð hevði hann fingið betri morgunmat, enn hendan mogunin. Og serliga var tað drýlurin, sum var góður, sigur Helgi Jacoben.
Ein onnur søga var, tá Sørin Olsen skuldi hava skeinkiloyvi til Vertshúsið.
- Sørin Olsen og Tillich, amtmaður, vóru góðir vinmenn, og áttu eitt nú eina slupp saman. Tað var Tillich, sum skriaði loyvisgearanum eitt tilmæli um, hví tað var gott, at eitt skeinkiloyvi varð útskrivað. Millum annað fór hetta at koma svørtu søluni av brennivíni til lívs, avbygdafólk kundu fara inn á Vertshúsið at fáa sær ein ráka, og so fór eisini at minka við fólki í einahaldlinum, sigur Helgi Jacobsen.

Strævið -men gott
Arbeiðið við at skriva hesa bókina hevur verið ógvuliga intenst, og stundir hva ikki verið til nakað annað.
- Eg haldi, at eg einaferð hesar mánaðirnar havi átikið mær at verið orðstýrari til eitt tiltak um fiskivinnupolitikkin, men annars hevur tað verið reserch og skriving á skránni hvønndag, sigur Hegi Jacobsen.
Og tað ljóðar ógvuliga strævið, men soleiðis nýtist tað ikki altíð at verða.
- Tá eg skrivaði bókina »Hvaluri er mín«, gjørdu eg og konan av at fara til Suðurspania í tveir mánaðir at skriva. Konan var sekreter, og so skivaðu vit umleið tveir tímar um morgunin og so tveir tímar, meðan siestan var, sigur Helgi Jacobsen.
Hesar fýra tímarnar um dagin var arbeitt ógvuliga itenst, men tað merkti eisini, at tíð var til at slappa av og sóla sær.
- Hesar tveir mánaðirnar høvdu vit vitjan av familju einar 14 dagar, so tað var fínasta slag. Vit arbeiddu í einum góðum umhvørvi miðskeiðis millum Malaga og Gibraltar, og meðan vit arbeiddi var tað intenst, men so undu vit so eisini slappa av út a seinnapartarnar og antin gera mat sjálvi, ella fara út at eta, sigur Helgi Jacobsen.
Soleiðis hevur ikki verið við »Hotl Føryar - meira av tí góða«.
- Tað er ein ógvuliga góð kensla, tá tú situr við lidnu og prentaðu bókini í hondini, men tað er eisini ein ógvuliga ring kensla, tá bókin er farin avstað til prentingar, og seinasti møguleikin er farin at gera rættingar. Eingin bók er lítaleys, so tað besta ein kann vóna, at okkurt árstal er eitt ár við síðuna av, sigur Helgi Jacobsen, sum longu hevur eina aðra bók klára at koma út í heyst, umframt at ein onnur er í stoypiskeiðini.


Tað hevur verið intenst at arbeiða við bókini »Hotel Føroyar - meira av tí góða«, men Helgi Jacobsen hevur longu eia nýggja bók klára og eia aðra í stoypiskeiðini
Mynd: Álvur Haraldsen