Fólkaflokkurin er stóri taparin í nýggjastu Gallup-kanningini. Flokkurin missir 5,4 prosentstig, sammett við úrslitið á løgtingsvalinum seinast, og fær 17,2 prosent av atkvøðunum. Úrslitið loypir tó ikki hvøkk á floksformannin:
- Fólkaflokkurin stendur seg vanliga ikki væl í veljarakanningum. So úrslitið er væl á leið har, ið eg hevði roknað við, sigur Jørgen Niclasen.
Veljarakanningarnar síðani síðsta løgtingsval hava givið Fólkaflokkinum millum 19,6 og 15,7 prosent av atkvøðunum.
Hesaferð hevur tunnilsmálið gjørt sína ávirkan galdandi, sambært Jørgen Niclasen:
- Veljarakanningin er gjørd mitt í einari ”tunnilsøði”, har Fólkaflokkurin ikki var serliga aktivur í kjakinum. Tølini benda á, at teir flokkar, sum hava markerað seg nógv í tunnilskjakinum, fáa framgongd, sigur Jørgen Niclasen og tekur Sjálvstýrisflokkin sum dømi.
Gallup-kanningin er gjørd í tíðarskeiðnum frá 5. september til 11. september. Kári P. Højgaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaður 5. september, og flokkurin fór formliga úr samgonguni 9. september. Sjálvstýrisflokkurin fær 4,5 prosent av atkvøðunum í Gallup-kanningini, og tað eru 0,3 prosentstig meira enn á valinum seinast.
Kostar
Sambært Jørgen Niclasen kostar tað at sita í samgongu og taka avgerðir. Og meðan nýggja Gallup-kanningin sambært formanninum í Fólkaflokkinum er merkt av eini ”tunnilsøði”, so vil eitt løgtingsval geva eina mynd, ið er munandi meira fullfíggjað.
- Eitt løgtingsval snýr seg ongantíð um bara eitt mál. Tá skal veljarin taka støðu til ein flokk út frá tí samlaða politikkinum, argumenterar Jørgen Niclasen.
Eins og løgmaður, so fegnast formaðurin í Fólkaflokkinum um, at samgongan fær undirtøku frá umleið 45 prosentum av fólkinum.
- Vit mynda avgerðirnar, meðan høvuðsuppgávan hjá andstøðuni er at finnast at øllum avgerðum og ætlanum. Tað hevur ein prís, og hann rinda allar samgongur, sigur Jørgen Niclasen.
Formaðurin í Fólkaflokkinum dugir tó ikki at siga, hvussu tað so ber til, at afturgongdin hjá hansara flokkin er tvífalt so stór sum hjá Sambandsflokkinum.
- Tað dugi eg ikki at siga. Tað má eitt løgtingsval avgera, sigur Jørgen Niclasen.
Hóast afturgongdin er heili 5,4 prosentstig, so missir formaðurin í Fólkaflokkinum tó ikki svøvnin:
- Nei, skuldi Fólkaflokkurin mist svøvnin av veljarakanningum, so svóvu vit ongantíð, sigur Jørgen Niclasen.