Ein lívæðr kann ikki privatiserast

Ferðasambandið út í heim kann ikki leggjast í hendurnar á felag, sum kann fara av knóranum, ella sum byrjar at skelva í einum lágkonjunkturi. Fíggjarkreppan úti í heimi í dag kundi havt lagt landið lamið! Lívæðrin hjá føroyingum kann ikki latast upp í hendurnar á tilvildarligum rationellum íleggjarum. Flogleiðin út í heim er lívæðrin og hóskar ikki at vera privatiserað, skrivar Óli Samró í vinnukronikkini í dag

Eg vil heita á lands­stýris­mannin í vinnu­málum um at fyrireika upp­skot at leggja skjótast møguligt fyri Føroya Løgting um:

a. at steðga privatiseringini av Atlantic Airways og keypa seldu partabrøvini

b. at tryggja eitt regluligt rutunet alt árið millum Føroyar og Danmark, Ísland, Norra, Stórabretland og beinleiðis til europeiska meginlandið. Hetta kann best gerast við, at landið eigur og rekur sítt egna flog­felag - Atlantic Airways - ella í øðrum lagi at ein konsessión við einum kravdum rutuneti verð­ur boðin út (sami leistur sum Bygda­leiðir)

c. at tryggja ein ferða­kostnað, sum ger, at tað ber til hjá fólki, sum býr í Føroyum at sleppa uttanlands, og hjá fólki, ið býr uttanlands, at koma til Føroyar.

 

Ásanning I: Føroyar eru ein útoyggj

Føroyar eru ein útoyggj - punkt­um. Infrastruktururin má tí byggja á tann veruleikan. Fólka­talið er lítið og veksur ikki, og fólka­pýramidan er sum hjá hótt­um samfeløgum.

Teinurin niður á meginlandið er útímóti 2.000 km - tveir tímar at flúgva og hálvtannað sam­døg­ur at sigla!

Fjarleikan kann einki gerast við!

Tað er veruleikin; eins og Fugloy liggur fjarskotin frá Tórs­havn og Stóra Dímun liggur avskorin mitt í Suðuroyarfirði.

Infrastrukturur knýttur at út­­oyggjum má viðgerast ymiskt frá vanligum fólkaumráðum. Eins og Smyril knýtir Suður­oynna til restina av Føroyum, mugu flog­førini knýta Føroyar saman við restina av heiminum.

 

Ásanning II: Ikki liberalt grundarlag

Tað er ein hvørvisjón, at vanlig liberal flúgving er ella kemur á føroyarutuni. Farleiðin kann ikki rekast, har prísásetan, rutunet og tænastur verða boðin út á van­ligum liberalum grundarlagi.

Maersk Air gavst at flúgva eftir o.u. 35 ár. Tað skal undra nógv, um eitt útlendskt flogfelag nakrantíð fer at flúgva til Føroyar aftur! Fólkagrundarlagið er lítið. Bert rutan til Keypmannahavn er fíggjarliga áhugaverd. Haraftrat er stór óvissa knýtt at lendingar­viðurskiftum, og tí má leggjast nógv uppfyri óvissum regulari­teti.

Faroe Jet helt í eitt hálvt ár, tá var fíggjarliga grundarlagið burtur, og er tað óhugsandi, at nakar í Føroyum fer í holt við flúgving aftur í bræði.

 

Ásanning III: Ambulansutænasta

Flogførini hjá Atlantic Airways eru flúgvandi sjúkrabilar. Eitt stórt tal av fólki hava tørv á hesi bráðfeingis ambulansutænasta. Helst eru í hvørjum flogfari fleiri fólk ávegis til sjúkraviðgerð - ofta í børu - í fylgi við læknum og sjúkrarøktarfrøðingum.

Tann flúgvandi ambulansu­tænastan eigur lívið í nógvum!

 

Ásanning IV: Álítandi og bílig flúgving er lívsgrundarlagið hjá nútímans fólki

Føroyar liva í nógv størri mun av fólki, sum ferðast til og úr Før­oy­um. Um fá ár hava inntøkurnar frá fólki, sum selja sínar tænastur uttanlands, helst fleiri ferðir so stóran týdning fyri føroyska búskapin sum fiski­vinnan kring Føroyar. Um tað verður 5-10 ella 20 ferðir, ja tað fer tíðin at vísa.

Longu í dag er flogleiðin grundarlagið hjá helst túsundtals føroyingum, ið vinna til lívsins uppihald úti í heimi. Føroyingar ferðast 2-8 vikur út at arbeiða og flúgva so aftur til Føroyar. Hesi eru siglandi, í oljuvinnu, í fiski­vinnu, fíggjarvinnu, serfrøðingar hjá virkjum og ráðgevarar.

Í einum flogfari er ein vaks­andi partur av teimum ferðandi nútímans føroyingar, sum pendla út í heim at virka, meðan familjan býr í Føroyum!

Vit tosa her um hálønt, útbúgv­in fólk og fleiri í leiðandi starvi!

Álítandi og bíligt ferða­sam­band er ein fyritreyt fyri virk­seminum hjá hesum nýggja og skjótt vaksandi bólki.

Hesi eru grundarlagið undir tí nútímans føroyska búskapinum!

 

Ásanning V: Tyrluflúgving

Tyrluflúgvingin út á útoyggjarnar og bjargingartænastan er ófrávíkilig tænasta. Henda tænasta má standa rimmarføst, líkamikið hvussu vanligi raksturin hjá einum flogfelag er.

 

Ásanning VI: Kann ikki halda fram sum nú

Seinastu tíðina hevur verið nær­um ómøguligt at fáa ferðaseðil til og úr Føroyum við stuttum skot­brái. Atlantic Airways skal vinna pening, og tað gerst sjálvandi best við fullum flogførum, og sjálvandi við at so nógv ferðandi sum møguligt gjalda fullan prís.

Landsins myndugleiki má við konsessión ella við at eiga Atlantic Airways 100% tryggja eina príslegu, sum ger tað møgu­ligt hjá privatfólki og vinn­uni at ferðast til og úr Føroyum - ikki bara til og frá Danmark men eisini Miðeuropa.

 

Endi

Væl veit eg, at liberalisering av luftrúminum er ein av fyritreyt­unum hjá Føroyum fyri at koma við í altjóða samstarv. Men tað má bera til at fáa undantak, tá hetta er ein lívæðr, og grundarlag ikki er at reka leiðina vinnuliga.

Væl veit eg eisini, at ein flogleið eins og tænastuveitingar sum heild hóska illa at vera almennar. Vónandi verða tað fleiri enn eg, sum fara at ganga uppá kompromis við teirra liberalu hugsjón og búskaparligu trúgv annars, og ístaðin síggja sambandið út í heim, sum ein part av almenna infrakervinum á sama hátt sum vegasamband, brýr og tunlar.

Ferðasambandið út í heim kann ikki leggjast í hendurnar á felagi, sum kann fara av knóranum, ella sum byrjar at skelva í einum lágkonjunkturi. Fíggjarkreppan úti í heimi í dag kundi havt lagt landið lamið!

Lívæðrin hjá føroyingum kann ikki latast upp í hendurnar á tilvildarligum rationellum íleggjarum.

Flogleiðin út í heim er lív­æðrin og hóskar ikki at vera privatiserað!

--------

 

Óli Samró