Ein loðin jassur í kavanum í Nuuk

- Ein eiturkoppur, sum trívist best innandura, hevði helst ikki farið út í kavan at runnið, sigur granskari í Grønlandi.

Myndina av eiturkoppinum, sum verður róptur ""arktisk kystjæger", eigur Sermitsiaq.

Fólk í Nuuk vóru skjót eftir myndatólinum, tá tey sóu ein "kæmpe" eiturkopp renna runt í kavanum, sum Sermitsiaq skrivar.

 

Um eiturkoppurin er stórur ella ei, kann lesarin meta um, tí sagt verður á grønlendsku heimasíðuni, at eiturkoppurin var tveir sentimetrar stórur.

 

... ella lítil, vildi onkur heldur sagt.

 

Sambært heimasíðuni er talan helst um ein "arktisk kystjæger", sum hann verður róptur á donskum, og hetta er sambært grønlendsku heimasíðuni hin størsti og mest vanligi eiturkoppurin í Grønlandi.

 

Granskarin á Náttúrustovninum í Grønlandi, Henrik Lund, sigur við Sermitsiaq, at eiturkoppurin, sum rann úti í kavanum, er rættiliga loðin um beinini, og tí heldur hann ikki, at hetta er ein eiturkoppur, sum vanliga er innandura.

 

- Ein eiturkoppur, sum trívist best innandura, hevði helst ikki farið út í kavan at runnið, heldur granskarin fyri. 

 

Tað var ein skúlanæmingur í Nuuk, ið var á veg heim úr skúla, sum sá tríggjar eiturkoppar í kavanum, og tá hetta frættist, fóru fólk út at taka myndir av lítlu loðnu jassunum.

 

Sambært Grønlands Leksikon livir eiturkoppurin vanliga í fjøllunum, har hann jagstrar ymiskt kykt. Ein "arktisk kystjæger" spinnur ikki, men rennur eftir tí, hann vil hava at eta. 

 

Vit kunnu til stuttleikar leggja aftrat, at stóri húsaeiturkoppurin, sum er hin størsti í Danmark, og sum neyvan er ókendur í Føroyum, kann gerast upp í 10 sentimetrar í tvørmát.

 

Hyggja vit so eftir heimsins størsta eiturkoppi - heteropoda maxima - kann hesin gerast upp í 30 sentimetrar, tá beinini er strekt út, harav sjálvur kroppurin kann gerast 4,6 sentimetrar langur.

 

##med2##

 

 

 

Myndina av eiturkoppinum, sum verður róptur ""arktisk kystjæger", eigur Sermitsiaq.

Hetta er ein ordiligur eiturkoppur - heteropoda maxima, sum er heimsins størsti.