Ein lítil miljón meira í skatti

- Vónandi kemur positiva gongdin at halda fram restina av árinum, sigur Vestmanna kommuna.

Vestmanna kommuna fekk meira inn í kommunuskatti í oktober 2015 enn sama mánað í 2014.

 

- Í oktober 2015 fingu vit 3.324.778 krónur í mun til 3.194.262 krónur í oktober 2014. Hetta er ein vøkstur á 130.516 krónur, sum svarar til 4,09 prosent.

 

Í Vestmanna kommunu vita tey at siga, at skatturin higartil í ár vísir eina hækking á 2,96 prosent í mun til 2014, svarandi til 921.991 krónur.

 

- Vit eru nøgd við skattin fyri oktober, og vónandi kemur positiva gongdin at halda fram restina av árinum, sigur Vestmanna kommuna.