Arsenal hevu í dag kunngjørt keypið av 24 ára gamla Declan Rice. Hann hevur keyptur fyri umleið 914 milliónir krónur skriva bretskir miðlar. Tað er er met nógv fyri ein enskan spælara.
Hann er keyptur frá London-felagnum West Ham. Gamla felagið hjá Declan Rice skrivar í takkarrøðu til Declan Rice, at hann er tann dýrasti enski spælarin nakrantíð. Felagið skrivar eisini, at tað bleiv roynt at gera ein nýggjan sáttmála, men at Declan Rice hevði sett sær fyri at skifta.
Tað hevur leingi verið greitt, at Declan Rice er í holt við at skifta til Arsenal, sum komandi ár skal spæla í Champions League. Eftir nøkur ár í dvala, so er Arsenal í holt við at byggja sær eitt kappingarført lið.
Felagið hevur keypt inn fyri lutfalsliga nógvar pengar og fleiri av stjørnuspælarunum hava fingið nýggjar sáttmálar.