Ein lítil øking í skattainntøku

Nes kommuna hevði eina lítla øking í skattainntøkunum í 2013 í mun til árið fyri.

Skattainntøkan hjá Nes kommunu fyri 2013 er næstan tann sama sum í 2012 - ella 0,18 prosent hægri.

 

Tað vísir fyribilsuppgerðin fyri 2013, sum Taks hevur kunngjørt í dag. 


- Fyribils skattainntøkan fyri 2013 vísir, at desember var tann næst besti mánaðurin í árinum, men kortini nakað lægri enn í desember 2012.

 

Nes kommuna vísir á, at avrokningin fyri desember í 2013 er á 2.924.475 miljónir krónur móti 3.013.177 miljónum krónum í 2012. Talan er sostatt um 88.702 krónur færri, sum svarar til 0,29 prosent.

 

- Í 2013 var fyribilsskattainntøkan hjá Nes kommunu sambært uppgerðini hjá Taks 33.193.162 miljónir krónur - og í 2012 var hon 33.132.043 krónur, sigur kommunan.

 

Skattaprosentið í Nes kommunu er 20,5 og hevur verið óbroytt síðani 2006.