- Hetta var ikki tað, eg mælti til, og í mínari verð ikki besta loysnin, men tað týdningarmesta er, at vit eru samdir um at tálma búskapinum, sigur Magni Laksáfoss Búskapurin veksur við áleið 200 til 300 milliónum um árið. Og í løtuni er hann ov heitur, sambært fíggjarmálaráðharranum, sum hevur mælt til ítøkilig tiltøk, fyri at steðga búskaparligu gongdini.
Á samgongufundinum í gjár fekst so semja millum flokkarnar um, hvussu hendan tálman av búskapinum skuldi fara fram. Úrslitið gjørdist ikki tað, sum Magni Laksáfoss hevði mælt til, nevniliga við at steðga og útseta ávísar íløgur, og skera í fiskimannafrádráttinum.
Úrslitið gjørdist hinvegin, at sparingar skuldu fara fram í rakstrinum, svarandi til áleið 200 milliónir. Semja var um, at 30 av hesum skuldi skerast av íløgukarminum hjá landinum, meðan semjan, sum fíggjarmálaráðharrin hevur gjørt við kommunurnar, svara til einar 100 milliónir. Eftir eru so einar 170 milliónir, men av tí at hesar verða tiknar av rakstrinum, verður effektin størri soleiðis, at landsstýrismenninir skulu spara tilsamans 100 milliónir á sínum økjum.
Júst hvussu hetta verður gjørt, verður upp til hvønn landsstýrismann sær at gera av. Somuleiðis má semja finnast millum landsstýrismenninar, hvussu stór sparingin verður á hvørjum øki.
- Eg havi alla tíðina sagt, at mítt uppskot er, at útseta íløgurnar til Sandoyartunnilin og at skerja frádráttin hjá sjómonnum. Men hetta fekk so ikki undirtøku á samgongufundinum, og tað má eg so bara boyggja meg fyri, sigur Magni Laksáfoss.