Ein maður við nógvum talentum

Eitt sindur óvart kom tað á onkran, at ein væletableraður tónleikari gjørdist leiðari av Føroyahúsinum í Keypmannahavn, men fyri høvuðspersónin sjálvan var starvið ein ynskidreymur. Sosialurin og Rás2 hava hitt tónleikaran, tónasmiðin og fyrrverandi fótbóltsleikaran, Hans Petur í Brekkunum, ið hevur konservatoriuútbúgving og ivaleyst er best kendur sum ein framúr góður saxofonspælari

Útisetalív 


- Eg kann geva tær fullkomiliga rætt í, at 95 prosent av tónleikarunum ikki eru prototypurnar upp á at vera leiðari fyri einum húsi sum Føroyahúsið í Keypmannahavn.

Svarið kemur í einum látri frá Hans Peturi í Brekkunum upp á niðurstøðuna í spurninginum frá undirritaða, um hví hann søkir eitt tílíkt starv, har tað eru nógvar praktiskar uppgávur at taka sær av.

- Og jú, eg havi tosað við nógv fólk, sum hildu tað vera sera óvæntað, at eg sókti eitt slíkt starv, men fyri meg var tað fullkomiliga natúrligt og eitt rætt val. Meiri er ikki at siga um tað, sigur 34 ára gamli Hans Petur í Brekkunum, sum er nýbakaður pápi til eina dóttir. Frammanundan eiga hann og unnustan, Annika Fossá, fýra ára gamla sonin, Bastian.

Tónleikurin hevur altíð fylt nógv í lívinum hjá Hans Peturi, sum helst er tann besti saxofonspælarin, ið er fostraður her á landi.

Í yngri árum var havnarmaðurin ein habilur fótbóltsleikari og leikti seg longu 18 ára gamal inn á besta liðið hjá HB. Hetta var beint eftir tiltikna 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona í 1990.

- Faktiskt var tað júst tann dysturin, ið gav mær blóð á tonna aftur, tí eg var givin við fótbóltinum tá, sigur Hans Petur í Brekkunum.

20 ára gamal gjørdist HB’arin illa skaddur og mátti binda frið í langa tíð, áðrenn hann kom í gongd aftur og leikti síðani, til hann var 23 ár, tá tónleikurin aftur bankaði á dyrnar. Hetta árið hevði hann sókt inn á Rymisk Musikkonservatorium í Århus og var so mikið heppin – ella dugnaligur – at sleppa inn. Frammanundan hevði hann verið á tónleikaháskúla í Holstebro, tikið HF í Havn og arbeitt í Íslandi.

Síðani hevur tað verið tónleikurin, ið hevur fylt lívið hjá Hans Peturi í Brekkunum.

Og hvussu eru so uppgávurnar í nýggja starvinum á Vesterbrogade 17 A, har Føroyahúsið heldur til.

- Her er tónleikur, her eru døgverðar, her er sjálv leiðslan av húsinum, her er samstarv við tey ymsu útisetafeløgini um at gera tiltøk, her útleigan av hølum til veitslur, fundir og skeiðvirksemi. Ja, alt møguligt.

Hans Petur í Brekkunum vísir á, at hann minnist einaferð eitt prát við Egil Hansen, sum hevur verið vinmaður hansara frá barnaárum.

- Tá vit vóru 13 ár, skuldu vit hava eina matstovu ella kafé, har tað eisini var tónleikur. Og tá eg var byrjaður her inni, kom mær til hugs, at alt sum eg droymdi um tá, finst í hesum húsinum. Eitt hús, har tað henda øll møgulig ting, sum eru spennandi at arbeiða við.


Nógvar traditiónir


Í hvønn mun hevur tú broytt húsið, síðani tú byrjaði sum leiðari fyri einum góðum ári síðani?

- Nei, eg havi ikki broytt húsið so serliga nógv, men brúkt tíðina til at seta meg inn í tingini og eygleiða, hvussu húsið virkar. Her eru nógvar traditiónir sum til dømis Grækarismessa, flaggdagur og jólatræ fyri børnum. Onkrar smábroytingar eru gjørdar til nakað, sum eg kann hugsa mær tað. Nýggj tiltøk ið eisini verða afturvendandi. Tú skalt vera varin við at busa ov skjótt fram, tá talan er um eitt stað, ið húsar fólki millum 20 og 80 ár. Fingurin skal líka stingast í jørðina, tá broytingar verða gjørdar.


Hvussu gongur ein dagur ella vika hjá tær?

- Eg fari inn, telji kassa, tjekki teldupostar, geri avtalur við fólk, taki móti vørum og kanska støvsúgvi eitt sindur viðhvørt, um vaskikonan ikki júst hevur verið til arbeiðis kvøldið fyri. Sum leiðari í Føroyahúsinum hevur tú fleiri størv í einum ella nógvar keppar, og tí tú ert einasta fólk í føstum starvi, ið hevur alla ábyrgdina. Dagurin kann fara við øllum møguligum, tí ongin annar er at gera tað.

Útyvir at hava ein fastan kokk, eru tað mest lesandi, ið arbeiða skiftivís. Alt eftir hvussu nógv er at gera, og hvat slag av tiltøkum eru. Harafturat eru nøkur sjálvboðin millum tey eldru fólkini, ið skipa fyri týsdagsdøgverða einaferð um vikuna.


Nú er samskiftið sera gott millum Føroyar og Danmark. Er tað framvegis brúk fyri einum Føroyahúsi í Keypmannhavn?

- Eg trúgvi, at um man skuldi sitið og havt ræstkjøtaveitslu saman á Skype, so hevði tað ikki verið júst tað sama, sum at halda tað her í Føroyahúsinum, sigur Hans Petur í Brekkunum við einum látri.

- Men eg haldi, at tað samskiftið og samband, ið er í dag, og sum Føroyahúsið verður brúkt til í mun til fyri 10 árum síðani og longur aftur í tíðina ger, at tú ert noyddur at fylgja við tíðini. Jú, eg haldi heilt givið, at tað er tørvur á tí, men kanska í ein annan mun, enn tað varð brúkt til fyrr, tá tú kundi seta eina telefonketu í gongd mánadag í samband við ein fyrilestur, sum var seinni í vikuni. Hetta ber ikki til longur, sigur Hans Petur í Brekkunum.


Hvat eru tað fyri fólk, sum brúka húsið mest. Eru tað fastbúgvandi tey lesandi?

- Tað er bæði og. Tey lesandi brúka ikki húsið á sama hátt, sum tey fastbúgvandi og serliga tey eldru. Kanska tí tey eldru hava eina traditión fyri felagslívinum og hava hildið til í húsinum í felagsskapi. Tey yngru koma, tá tað er eitt einkult, spennandi tiltak, men koma so ikki aftur fyrr enn næstu ferð, tá eitt gott tiltak er á skránni. Tey eldru brúka húsið upp á ein annan máta og vitja tað oftari í tí dagliga.


Stór kapping


Tit hava fingið ein kappingarneyta, Norðurbryggjan, hvussu klára tit ta kappingina?

- Tað eru kappingarneytar allastaðni í Keypmannahavn. Eg haldi ikki, at Norðurbryggjan er ein dagligur kappingarneyti, men tá tú hugsar um, at ein partur av Bryggjuni er føroysk, so kann ikki umgangast, at onkur tiltøk falla saman. Og tá tú nú nevnir Bryggjuna, so er Skarv latið upp aftur við live-tónleiki hvørt vikuskifti, og FO-Invasion skipar fyri tiltøkum. Tað einasta man kann gera, er at hava eina so góða skrá sum møguligt, tí so trúgvi eg uppá, at tað ikki kann ganga heilt galið.


Men er tað so, at tú hyggur eftir álmanakkanum hjá øðrum, ella roynir tú bert at fáa tað so gott, sum tú kanst og síðani vóna, at tað er her, ið fólk koma?

- Um tú skalt leggja álmanakkan eftir tí, hvat onnur gera, so kanst tú líka so gott gevast. Men sjálvandi hyggur tú eisini eftir, hvat onnur gera. Eg royni at leggja tiltøkini soleiðis, at húsið hevur eina breiða skrá, sum rakar øll og er viðkomandi fyri tey flestu. Vísir tað seg so, at tað fellur saman við okkurt, ja, so gerst ikki við. Hatta er lívið, og soleiðis er við øllum lívisins viðurskiftum, sigur Hans Petur í Brekkunum.


Er tað nakað, sum er komið óvart á teg í hesum starvinum, enn tú hevði ímyndað tær, áðrenn tú sókti og fekst starvið?

- Eg skal siga tær, at tað er akkurát soleiðis, sum eg hevði hugsað mær. Eg visti, at eg hevði harða húð, og hon er blivin uppaftur harðari. Eitt sum tú skalt venja teg við, er, at teir føroyingar, ið koma her, halda tað vera teirra hús. Og tað er rættiliga positivt, at teir gera tað, tí hetta er jú Føroyahúsið, ið verður fíggjað úr Føroyum, men av tí sama, so hava teir eina viðmerking til alt, he, he. Teir kunnu eisini finna upp á at viðmerkja, um téskeiðin liggur tveir millimetrar frá kaffikoppinum, og slík ting gjørdu meg eitt sindur bilsnan í byrjanini, men tað er jú smáting, sum eg ikki taki mær tykni av longur. Annars kom út í eitt ódnarveður frá byrjan av viðvíkjandi ómøguligum grannum, men tað er ikki nakað nýtt, tí soleiðis hevur altíð verið her. Satt at siga, trúði eg, tað var ein farin tíð, men so var ikki. Eg havi havt sera nógvar fundir við grannar, útleigarar, játtanarmyndugleikar og miljøteknikarar, men nú haldi eg tey eru blíðkaði aftur, og vit hava fingið eina loysn upp á tað. Í hvussu er til onkur nýggjur flytir inn í grannalagnum.


Men húsið er broyt rættiliga nógv, tí fyrr vóru tað oftani feløgini, ið vóru serliga aktiv. Soleiðis er ikki longur, havi eg skilt á lagnum?


- Feløgini eru aktiv enn, men tað eru bara ikki so nógv av teimum. Talvfelagið, Oyggjaskeggi og Nærvarpið eru ikki til longur, men Kvinnufelagið er sera aktivt og hevur nógvar limir, og Fótatraðk er sera aktivt, eins og Húsakórið og Listafelagið. So tey eftirverandi feløgini, eru aktiv. Og so eru tað feløgini uttanfyri húsið. ÍF Føroyar, kórið Mpiri og róðarfeløgini koma inn einaferð um árið og plaga hava ein dans. Tey brúka ikki húsið so nógv dagligt. Nei, feløgini eru bara færri í dag, og hetta vísir, at áhugin fyri felagsskapi ikki er í hásæti beint nú.

Hans Petur í Brekkunum vísir á, at nakað sum tyngir raksturin, er tann høga húsaleigan mitt í Keypmannahavn, ið er hækkað nógv seinnu árini, meðan játtanin til húsið á føroysku fíggjarlógini hevur staðið í stað.


Spælir framvegis tónleik


Spurdur um hann fær tíð at gera nakað við tónleikin, tá hann hevur eitt so krevjandi arbeiði, sigur Hans Petur í Brekkunum.


- Jú, tað sum er so gott nú, er at eg sjálvur geri av, hvussu nógv eg tími at gera. Tey árini tú arbeiddi sum freelance-saxofonistur, var tú noyddur at siga ja til alt møguligt. Eisini tað, tú ikki tímdi. Hetta havi eg skorið niður uppá, og nú geri eg fullkomiliga sjálvur av, hvat eg stilli upp til, og tað passar mær sera væl, sigur Hans Petur í Brekkunum, sum er kendur frá Brekku Brothers, ið góvu eina fløgu út síðsta summar.

Sjálvt um teir búgva hvør í sínum herðahorni – beiggin býr í Silkeborg – meðan hinir tríggir í bólkinum búgva í Føroyum, so upptraðkar bólkurin framvegis av og á.


Upp á spurningin um, hvussu leingi hann ætlar sær at vera leiðari í Føroyahúsinum, sigur Hans Petur í Brekkunum:


- Ja, Martin (Martin Fjallstein, fyrrverandi leiðarin, blm.) segði við meg, at eg skal vera minst 10 ár, he, he... nei, tað veit eg ikki. Higartil havi eg altíð dugað at givist, tá eg ikki brenni fyri nøkrum longur, ella tá eg havi følt, at ongin uppbakningur er. So er bert at gevast, men har eri eg ikki komin til enn.



Sitatir Hans Petur í Brekkunum:


»Starvið sum leiðari í Føroyahúsinum er júst, sum eg havi ímyndað mær«



»Sjálvt um samskiftið er gott í dag, verður torført at halda eina ræstkjøtaveitslu yvir Skype. Tí verður tað helst altíð brúk fyri einum stað fyri føroyingar í Keypmannhavn«



»Tíðirnar eru nógv broyttar. Fyri bert fáum árum síðani bar til at seta eina telefonketu í gongd mánadag í samband við til dømis ein fyrilestur, sum var seinni í vikuni. Hetta ber ikki til longur«



»Tá Føroyar vunnu Eysturríki var eg 18 ára gamal og givin við fótbólti, men tann dysturin gav mær blóð á tonna til at byrja aftur«