Ein miðnámsskúli á Kambsdali

- Samanleggingin verður framd fyri at menna virksemið í samanlagda skúlanum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur gjørt av, at, útbúgvingarvirksemið í miðnámsskúlunum á Kambsdali verður skipað undir einari leiðslu frá komandi skúlaári. Mentamálaráðið fer í næstum at søkja eftir rektara til skúlan. Ætlanin er, at rektarin á samanlagda skúlanum byrjar 1. august 2015.

 

Samanleggingin fevnir um alt virksemið hjá Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy og Handilsskúlanum á Kambsdali. HF-deildin í Klaksvík verður somuleiðis partur av ábyrgdarøkinum hjá rektaranum. Tað fara at verða umleið 630 næmingar og 95 starvsfólk í miðnámsskúlanum.

 

Miðnámsskúlin á Kambsdali verður í løtuni útbygdur. Útbyggingin fevnir um umeið 1200 fermetrar, sum verða bygdir av nýggjum og umleið 500 fermetrar, ið verða umbygdir. Samlaða íløgan er 31 miljónir krónur. Fyri tað fær skúlin átta nýggjar skúlastovur, hølir til lærarafyrireiking, bókasavn, bólkarúm, nýggj hølir til umsitingina og annað.

 

Rektarin, ið verður settur, fær yvirskipaðu ábyrgdina av stovninum og kemur at skipa virksemi og bygnað. Starvsfólkini í verandi skúlum flyta við yvir í samanlagda miðnámsskúlan, og avvarðandi partar hava fingið hoyringarskriv um ætlanina, og freistin at svara er 15. juni.

 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at samanleggingin verður framd fyri at menna virksemið í skúlanum og fyri, at Handilsskúlin á Kambsdali, sum hevur verið deild undir Føroya Handilsskúla í Havn, bygnaðarliga gerst javnbjóðis partur av skúlaumhvørvinum á Kambsdali.