Ein grunnur í Hetlandi kannar møguleikarnar fyri at seta meira pening í Smyril Line, sum kann geva avkast. Tað skrivar Shetland News. Tað er Shetland Development Trust, sum í løtuni kannar føroysk viðurskifti, og hvussu nógv virði Smyril Line skapar í Føroyum. Shetland Development Trust fer møguliga at seta £1 millión í felagið, umframt tær £4.2 milliónirnar, sum grunnurin setti í Smyril Line fyri trimum árum síðani.
- Vit mugu rættvísgera okkara íløgu í Smyril Line. Vit halda, at felagið skapar munandi ágóðar í samband við flutning og ferðavinnu. Men vit vita ikki hvussu nógv, sigur Neil Grant frá Shetland Development Trust.
Hallið hjá Smyril Line í fjør var meir enn 30 milliónir krónur, sjálvt um felagið setti met í aktiviteti. Orsøkin er helst, at Smyril Line hevur trupult við at fáa fólk at sigla um vetrarhálvuna.
Men Neil Grant sær ljóst upp á tað, sjálvt um hann bert hevur £2.6 milliónir at ráði yvir næsta ár. Um íløgan í Smyril Line gerst veruleiki, fer £1 millión av teimum £2.6 milliónunum til Smyril Line.
- Eg eri sera bergtikin av, hvussu nógv fólk ferðast við Smyril Line ár eftir ár. Og hetta árið er longu munandi betri enn undanfarna ár. Um summarið riggar tað sera væl, men trupulleikin liggur um veturin, sigur Neil Grant við Shetland News.
-hkm