Jørn Astrup Hansen, bankastjóri, heldur ikki at spurningurin um at hjálpa sethúsaeigararum, ið mistu húsini orsakað av kreppuni, er so einfaldur, sum Jenis av Rana vil gera hann til.
Hann heldur umframt tað, at trupulleikin er minni enn tingmaðurin heldur.
Síðan 1990 hevur Føroya Banki og Sjóvinnubankin avskrivað góðar fýra mia. krónur - her er talan um endaliga avskrivingar - og ikki avsetingar ella burturleggingar.
Størstu tapini vóru í vinnulívinum, men munandi avskrivingar komu eisini lønmóttakarum og sethúsaeigarunum til góðar, sigur bankastjórin.
Ber ikki til við lóg leggja seg út í málið
Er tað ov nógv at krevja endurgjald fyri miss, sum fólk ikki høvdu ávirkan á í kreppuárunum?
Tað kann ikki vera rætt, um politikarar við lóg ella á annan hátt krevja, at júst Føroya Banki skal fremja avskrivingar eftir einum ávísum leisti, sigur Astrup Hansen.
Hvat fara kappingarneytar okkara at siga, um bankin eftir áheitan frá landsstýrinum fer at føra ein lagaligari avskrivingarpolitik, sigur Jørn Astrup Hansen og leggur aftrat, at hinir peningastovnarnir síðan kundu biðið um at fáa tilførdan kapital, so teir eisini fingu møguleikar at fremja eins stórar avskrivingar.
Húsalánsgrunnurin
Bankastjórin skilir heldur ikki, hví fyrispurningurin hjá Jenis av Rana bert fevnir um Føroya Banka:
Húsalánsgrunnurin útvegaði eisini í sama tíðarskeiði stórar lániupphæddir móti 3. veðhaldi, sum oftast eingin trygd var fyri.
Bankastjórin heldur umframt tað, at tað er ein misskiljing, at serliga Føroya Banki hevur koyrt fólk út á gøtuna. Hóast bankin útvegaði lán móti vánaligastu trygdini, so fóru bert ein fjórðingur av samlaðu sethúsunum á tvang.
Ikki allir sethúsaeigarar vildu gera avtalur
Er ikki munur á umstøðunum hjá sethúsaeigarum, sum mistu húsini?
Hóast Føroya Banki var drívmegin í saneringsavtalunum, ið vóru gjørdar í 1994 0g 95. hava vit kortini roynt at geva sethúsaeigarum rímiligar avtalur, men ikki allir eigarar hava verið sinnaðir at gera ein skilagóða avtalu við okkum.
Harnæst hevði tað fingið avleiðingar, sum illa fæst yvirlit yvir, um lóggeving varð gjørd viðvíkjandi avskrivingarreglunum hjá peningastovnunum.
Politiska valdið hevur aðrar møguleikar
Er politiski viljin til staðar at hjálpa serligum samfelagsbólkum, so stendur tað ivaleyst politikararunum frítt fyri, at skipa reglur innan skatta- og sosialpolitiska økið, heldur bankastjórin.
Hann leggur dent á, at tey lán, sum sethúsaeigarar tóku í 80árunum eins og í dag, er persónlig ábyrgd. Tað, at húsavirðið hækkar ella lækkar er uttan týdning fyri tann, sum skal svara sínar skyldur.
Heldur ikki er tað bankin ella kreditorarnir, sum áseta virðið á sethúsum, men marknaðurin, alt eftir útboði og eftirspurningi av sethúsum.
Tá bankin ger virðið upp av útistandandi skuld, so verður sjálvandi hugt eftir virðinum í pantinum. Alt eftir húsamarknaðinum kunnu vit velja at økja ella minka um virðið, men hetta er innanhýsis skipan, sum ongan týdning hevur fyri sethúsaeigarar og lántakarar, sigur Jørn Astrup Hansen.