Í gjár vann Ongland seg víðari til fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum, eftir brotssparkskapping. Tað stóða á jøvnum 1-1 eftir bæði vanliga og longda leiktíð. Síðani vann Ongland 4-3 í brotssparkskappingini, har Mateus Uribe og Carlos Bacca brendu fyri Kolumbia.
Les eisini: (Video) Samandráttur frá dystinum millum Ongland - Kolumbia
Í dag fær enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, nógv rós fyri sín atburð eftir brotssparkskappingina. Hann valdi nevniliga at fara at ugga spælararnar hjá Kolumbia, sum brendu brotsspark. Tað er heldur ikki uttan orsøk, tí Gareth Southgate hevur roynt júst tað sama sjálvur. Í 1996 brendi hann avgerandi brotssparkið, tá Onglandi tapti fyri Týsklandi í hálvfinaluni í EM-endaspælinum á heimavølli.
- Eg lærdi eina rúgvu frá tí degnum og tíðini eftirfylgjandi. Tað týdningarmesta er, at tá okkurt gongur galið í tínum lívi, so er tað ikki endin, segði Gareth Southgate fyri viku síðan á tíðindafundi.
Eftir tiltikna brenda brotssparkið móti Týsklandi var távernadi venjarin, Terry Venables, skjótur at ugga ein tá ungan Gareth Southgate. Ongland skal nú spæla móti Svøríki í fjórðingsfinaluni.
Hinar fjórðingsfinalurnar eru Uruguay-Frakland, Brasil-Belgia og Russland-Kroatia. Fjóðringsfinalurnar verða spældar fríggjadagin og leygardagin.