VÀGATUNNILIN
Vágaoyggin hevur ongantíð og fer heldur ongantíð aftur at uppliva nakran dag sum hendan. 10. desember 2002 var dagurin, tá Vágatunnilin alment skuldi takast í nýtslu.
Vikuskiftið undan høvdu fleiri enn tveytúsund fólk runnið gjøgnum tunnilin, og mannamúgvan, sum var komin saman við tunnilsmunnan við Marknará var mestur ikki minni enn tann, ið runnið hevði.
Ynski um fast samband og tunnil ganga langt aftur í tíðina. Jonhild Jørgen, formaður í felagskommununi í Vágum, hevði á orði í sínari røðu, at bretar undir krígnum høvdu ætlanir um fast samband við Vágarnar.
Hvussu er og ikki, so er gamla hugskotið og gamli dreymurin um undirsjóvartunnil nú vorðin veruleiki.
Í 1998 varð vent aftur til verkætlanina, og P/F Vágtunnilin settur á stovn. hin 28. september ár 2000 varð fyrsta skotið latið av, og síðani tá hevur tað gingið slag í slag til týsdagin 10. desember, tá tunnilin lat upp.
Og er tað nakað, ið kann savn vágafólk, so er tað Vágatunnilin. Fólk í øllum aldri vóru farin frá húsum hendan merkisdagin. Saman við innbodnum gestum og áhugaðum aðrastaðni frá varð tunnilin fagnaður sum eitt tað týdningarmiklasta stigið í menningini av føroysku samferðsluni ? samanbindingin av Vágoynni og Streymoynni.
Ein stórur partur av gestunum til tiltakið høvdu valt at koma við Ternuni síðsta túrið frá Vestmanna til Oyragjógv. Í mong ár hevur Ternan ? og ikki minst manningarnar ? og hini skipini, sum siglt hava millum Vestmanna og Oyragjógv, verið álitið hjá vágafólki.
Á Oyragjógv varð skipað fyri móttøku, har hornorkestur spældi, tá Ternan legði at. Vágafólk í stórum tali vóru savnaði fyri at taka ímóti hesa síðstu ferð, og tað var ikki sørt kensluborið hjá summum.
Innbodnu gestirnir ? landsstýris- og løgtingsfólk og onnur ? fóru við ellisakførum til tunnilsmunnan við Marknará. Akførini vóru mong í tali, og tað tóktist ikki sum um, at nakar vildi vera hesa uppliving fyri uttan.
Restin av stóru mannamúgvuni fóru síðani til gongu ella við bili til tunnilsmunnan. Skrúðgongan av svinginum mundi telja tey allarflestu av vágafólkunum, sum á nakran hátt høvdu møguleikan at vera til staðar. Sjálvt av Ellisheiminum vóru tey komin at vera við til hátíðarhaldinum. Framvið við vegnum móti tunnilsmunnanum tóktist hvør einasti bilur í allari Vágoynni at standa parkeraður.
Líka mikið hvønn, tú vendi tær, var hýrurin á fólki góður. Hetta var tann løtan, ið vágafólk høvdu bíðað so leingi eftir, og hóast tað kanska kendist svárt at siga farvæl við trúgva tænastumenninar umborð á Ternuni, so var fagnaðurin um framstigið tað størsta av øllum henda dagin. Eftir ár við ósemjum og ónøgd var alt leyst og liðugt, og øll vóru nøgd.
Við tunnilsmunnan steðgaði fólki til hátíðarhald, áðrenn snórurin skuldi klippast.
Hornorkestur, felagskór og barnakór spældu og sungu. Felagskórið og hornorkestrið var sett saman av vestmenningum og vágafólki.
Røðarar vóru Klæmint Weihe, Bjarni Djurholm, Jonhild Jørgensen og Dávid Reinert Hansen.
Øll fegnaðust tey um hendan nýggja møguleika hjá vágafólki og øllum føroyingum.
Jonhild Jørgensen nevndi, at hetta fór at gerast til størstu avbjóðingina fyri Vágoynna. Hetta fór at geva øktar møguleikar, men einki fór at koma av sær sjálvum, og Vágoyggin sleppur nú rættiliga at royna seg, helt hon.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, vísti í sínari røðu á, at eitt stórt arbeiði frá øllum síðum varð lagt í tunnilin. Hann fegnaðist um, at fólk høvdu sæð avbjóðingar í forðingunum, sum hann tók til.
Eftir røðurnar fylgdist øll mannamúgvan niðan til gjaldstøðina, har Bjarni Djurholm skuldi skera snórin yvir, soleiðis at Vágatunnilin alment varð tikin í nýtslu.
?At skera snórin av er eitt lítið átak í sjálvum, men ein stór hending fyri føroyska samferðslu og aldarinnar átak fyri Vágoynni.
Hesi vóru so væl valdu orðini hjá Bjarni Djurholm, tá hann alment kundi opna størstu verkætlanini av sínum slag í Føroyum og helst ein av størstu hendingunum í nýggjari føroyskari søgu.
Eftir at snórurin varð skorin, fór bilafylgi við ellisakførum ein túr í tunnilin. Vent varð í Leynum og koyrt aftur. Fólk fingu eisini møguleikan at royna metstóru tunnilskøkuna, ið varð gjørd til endamálið.
So var opið fyri ferðslu á havsins botni...