Fyri eini løtu síðani mistu hvalbingar og sandvíkingar streymin. Vakthavandi hjá Sev sigur, at tey fóru beinanvegin at leita eftir feilinum og tað vísir seg, at tað er onkur í Hvalba, sum hevur grivið ein kápul av.
Tískil eru tey farin at skoyta kápilin aftur, men akkurát, hvussu langa tíð tað tekur, dugir hann ikki at siga.