Ein pinkukreppa sum fær ein góðan enda

Russiski forsetin væntar, at diplomatiska kreppan millum Russland og Bretland fer at enda í øllum góðum

Fyrst kravdu bretar, at russar skuldu útflýggja Andrej Lugovoj, sum sambært bretska ákæruvaldinum myrdi fyrrverandi KGB-mannin Alexander Litvinenko. Moskva svaraði, at tað ber ikki til sambært russiskari lóg. Bretska stjórnin svaraði við at koyra fýra russiskar diplomatar av landinum, og nakrar dagar seinni fingu fýra bretskir diplomatar í Moskva boð um at fara til hús. Tað ljóðaði, at russisku myndugleikarnir umhugsaðu at koyra 80 bretskar diplomatar av landinum.

 

Politiskir eygleiðarar siga, at viðurskiftini millum Russland og Bretland hava ikki verið so vánalig í mong ár, men nú sigur russiski forsetin, at viðurskiftini fara at laga seg. Talan er um eina pinkukreppu, sigur Putin.

 

-Eg vænti, at viðurskiftini millum Russland og Bretland fara at rætta seg aftur skjótt, tí bæði vit russar og bretar hava áhuga í, at viðurskiftini skulu koma í rættlag, sigur

Vladimir Putin við bretska blaðið The Times. Spurdur, hvussu kreppan fer at enda, svarar russiskiforsetin:

 

-Eg eri sannførdur um, at hendan pinkukreppan fær ein góðan enda.