Ein rættleiðing afturat til Eyðólv Dimon

Fyrst takki eg fyri viðmerking tína í Sosiali nr. 6 frá 10. januar.

Lesur hagtøl sum ?ein ávísur? lesur halgubók.
Haldi framvegis ikki, at tú ert rættvísur og objektivur, tá tú tekur Klaksvíkar Kommunu og harvið Skúlaverkið fram sum ræðandi dømi um vanrøkt av skúlanum.
Hví ikki heldur vera positivur og spyrja: Hvussu nógvir skúlar her í landinum mundu byrja við teldufrálæru longu í seinnu helvt av 1970- árunum?
Rokni við, at teir nær um kunnu teljast á aðrari hondini. Kann ikki siga hetta við vissu, men mangir vóru teir ikki. Klaksvíkar Skúli var so ein av teimum fyrstu. Tað tekst ikki burtur.

Hvussu varð frálæran framd.
Sum áður sagt, so var teldustova tøk heilt frá byrjan, og teldutalið skifti nakað frá ári til árs, men vanliga lá talið um 12 ? 15 øll hesi árini. Hetta talið var ikki av tilvild, men hildið varð, at bólkarnir til teldufrálæru áttu ikki at vera størri enn 10 ? 15 næmingar.

Vallærugrein í 8., 9. og 10 flokki.
Flestu árini var teldulæra vallærugrein í framhaldsdeildini við 2 tímum pr. viku, og um hetta mundið talaði eingin um at hava teldulæru í øðrum flokkum, men treyðugt so, tí teldustovan var tøk allar 36 tímarnar, sum skúlin var opin um vikuna. Tað var tí ikki heilt óvanligt, at lærarar fóru við flokkinum inn í teldustovuna at arbeiða har, men havast má í huga, at flestu árini, ið talan er um, varð fyrst og fremst hugsað um framhaldsdeildina, og nógvir bólkar høvdu teldufrálæru.
Annars var ringt at siga í byrjanini og fleiri av fyrst árunu, hvønn veg tað fór at bera við teldufrálæru í skúlanum. Tosað varð t.d. um, at næmingarnir møguliga skuldu læra at gera skráir o.a. tílíkt.

Ikki avgerandi við talinum av teldum.
Ein og hvør, sum vil síggja tað, sær tí, at hóast teldutalið ikki var stórt, so stóð hølið tøkt allar skúladagar, tá valbólkar ikki vóru inni til frálæru.
Sostatt hevur reglulig teldufrálæra verið í Klaksvík, ið hvussu er frá 1978, helst nakað fyri ta tíð eisini.

Felagshøli fyri báðar skúlarnar.
Serhølini eru felags fyri báðar skúlarnar, so hesin møguleikin hevur staðið øllum framhaldsdeildarnæmingunum, eini 3-400 næm. í boði, sum vanligt var fyrru árini. Tað er tí ikki sakliga beint at røða um 800 næmingar í hesum sambandi.

Eyðólvur ikki álit á kommununum.
Dugi ikki at síggja, at kommunurnar fara at røkja skúlarnar illa. Haldi tvørturímót, at tær skuldu havt alla orsøk til at farið væl um fólkaskúlan, um øll ábyrgdin verður løgd á teirra herðar. Tað er hetta við sundurbýttari ábyrgd, ið ofta riggar vánaliga, og tað er støðan í dag, har land og kommunur hava felags ábyrgd ella nakað, ið líkist tí.

Raðfesting?
Jú, sjálvandi fara kommunurnar at raðfesta íløgurnar til fólkaskúlan, um tær yvirtaka umsitingina av honum, og her verður hugsað um nýbyggingar, ístandsetingar, keyp av kostnaðarmiklum undirvísingartilfari o.s.fr., men tað er einki øðrvísi, enn støðan er í dag, meðan umsitingin er á landsins hondum. Fyrimunurin við kommu-nalari yvirtøku átti at verið tann, at tá verður skúlin meira sjónskur í nærumhvørvinum, har politikarar á staðnum lættari kunnu setast til svars fyri støðuna í einari skipan, sum skuldi verið minni stirvin enn tann, ið er galdandi í dag.