Ein risastór rokning til allar føroyingar

Eg havi fleiri ferðir spurt tey, sum atkvøddu fyri blokkniðurskurðinum, hvør skal hava rokningina, nú landskassin tømist í stórum, men illa hevur gingið at fingið nakað ítøkiligt svar. Men í farnu viku bragdaði endiliga. Kári P. Højgaard segði tá av løgtingsins røðarapalli, at tey sum hava omanfyri 300 – 400.000 krónur í árligari inntøku, eiga at fáa rokningina

Óført! So komu vit so langt.

 

Eg havi síðani funnið fram til, at tað eru 4.174 føroyingar, sum hava eina ársinntøku, sum er omanfyri 400.000 krónur. (Hetta eru tøl fyri 2007).

 

Í løgtinginum hevur Jóannes Eidesgaard upplýst, at blokkniðurskurðurin við fastfrystingini kostar umleið 475 mió. krónur í 2009.

 

Um vit siga at hesin kostnaðurin skal býtast ímillum tey, sum hava meira enn 400.000 krónur í árligari inntøku, so gevur tað eina samlaða rokning á umleið 114.000 krónur í part. Tað vil siga, at skattarokningin hjá teimum sum hava 400.000 krónur í inntøku, skal hækka við 28,5 prosentum av lønini. Tá er bara ein triðingur av blokkstuðlinum tikin burtur. Taka vit hinar báðar triðingarnar við (sum loysingarflokkarnir ætlaðu), so tosa vit um eini 85 proesent í skattahækking. Tað vil siga, at hesi fólkini skulu gjalda nógv meira enn 100 prosent av lønini í skatti.

 

Eg giti, at tey høvdu ikki tímað at arbeitt leingi undir teimum treytunum. Tí hevði verið neyðugt at sent rokningina víðari til onkran annan, longri niðri í systeminum.

 

Taka vit so øll við, sum hava meira enn 300.000 krónur í árligari inntøku, so eru tey 9.557 í tali. Um tey skulu býta hesa fullveldisrokningina ímillum sín, verða tað 49.700 krónur í part (tað vil siga 149.100 krónur, tá allur blokkurin er burtur). Hetta svarar til 12.425 krónur um mánaðin í skattahækking. Tað hevði heldur ikki gingið, so vit mugu nógv longur niður eftir skattastiganum eftir pengum.

 

Eg haldi, at vit skulu gera okkum púra greitt, at hóast tað einki kostar at rópa ”fullveldi, fullveldi”, so verður tað ein herskin biti hjá teimum, sum fáa hesa risastóru rokningina – og tað verða allir føroyingar, heilt frá ovast til niðast á inntøkustiganum.