Ein rørandi løta Elinborg Pálsdóttir

Fitt av fólki høvdu leitað sær í Tutl-handilin í gongugøtuni í Havn fríggjadagin, tá 18 ára gamla Elinborg Pálsdóttir gav út sína fyrstu EP.

Fitt av fólki høvdu leitað sær í Tutl-handilin í gongugøtuni í Havn fríggjadagin, tá 18 ára gamla Elinborg Pálsdóttir gav út sína fyrstu EP.

 

Hon spældi eisini í sambandi við útgávuna, og var tað tað ein góð og rørandi løta. Saman við henni var eisini Ragnar Finsson, sum spældi gittar. Tey bæði spæla javnan saman.

 

Spæligleðin sást týðuliga, og Elinborg tyktist sera takksom fyri at møguleikan at spæla fyri so nógvum fólkum, sum vóru komin at lurta.

 

Ein rørandi løta – við sangum, sum spretta úr sorg, sakni og tí stóra spurninginum »hví?«. Elinborg hevur sjálv gjørt bæði løg og tekstir, sum allir eru á føroyskum.

 

Løgini hevur Høgni Lisberg framleitt, Jens L. Thomsen miksað og Jan Eliasson mastrað. Saman við Elinborg spæla Benjamin Petersen og Mikael Blak eisini á útgávuni. Húsan hevur Petur Hansen gjørt.