Ein RUC’a í Keypmannahavn

Hugni, herligheit og høvuðbrýggj. Sum RUC’ari er tað essensurin av lestrarlívinum í Keypmannahavn

Rólant Waag Dam

lesandi á Roskilde Universitet

---------

 

Avgerðin var trupul, men avgerðin var røtt. Eg fór avstað. Frá Mýrivegi við Norðskála til Oehlenschlägersgade á Vesterbro í Keypmannahavn. Frá røstum fiski og garnatálg til kebab og humus.

Jú, víst var broytingin stór. Gerandisdagurin var fullkomiliga øðrvísi. Men gerandisdagurin var góður. Ógvuliga góður. Orsøkin var, at eg valdi rætt. Roskilde Universtitet var valið, og valið var gott.

RUC, sum universitetið eisini rópast, liggur skamt uttanfyri Roskilde bý. Ein hálvan tíma tekur tað, frá tí tú hevur sett í toki á Nørreport ella Hovedbanegården, til tú stendur á Trekroner station og sært mongu gulligu, faktiskt ljótu og ógvuliga lítið tiltalandi bygningarnar, sum saman mynda Roskilde Universitet.

Men hvussu er tað nú? Ein skal ikki skoða hundin á hárinum. Tað er í øllum førum galdandi fyri RUC. Køldu og lítið innbjóðandi bygningarnir eru felagsramman um eitt lestrarstað, sum hóskar ógvuliga væl til føroyingar.

Søgan hjá RUC er long og serstøk, men tað stutta av tí langa er, at á RUC er høgt til loftið og vítt til veggja. Innanhýsis kappingin um at hevda seg sjálvan, er ikki til staðar. Hevur tú eina viðmerking til kjakið, verður tú ikki avbrotin, tí á RUC valdar ein trúgv um, at einstaklingurin hevur okkurt skilagott upp á hjarta.

Fakligi parturin kring lesturin er skipaður nakað øðrvísi, enn á flest øðrum universitetum, og besti parturin er, at tú frá fyrsta degi ikki nýtist at vera fullvísur í, at tú skalt vera annaðhvørt samfelagsfrøðingur, lívfrøðingur ella sálarfrøðingur. Tað er nóg mikið at vita hvar tín áhugi er – innanfyri tað náttúruvísindaliga, samfelagsliga ella humanistiska øki. Veitst tú tað, jamen so byrja bara, tí restin verður tikið harfrá.

Og so skalt tú eisini vita, at lesturin kanska er tað, sum fyllir minst, tá tú ert lesandi. Hugni, herligheit og eitt sindur av høvuðbrýggj, eru lyklaorðini í lestrartíðini. Hvat kemur fyrst av hugna og herligtheit, er undirorðnað. Men høvuðpína kemur forrestin áðrenn høvuðbrýggj.