Ein øðrvísi framsýning á Hilton Garden Inn annan páskadag

Talan verður um størstu málningaframsýningina hjá Stellu Zachariassen higartil

Annan páskadag, 5. Apríl, verður ein øðrvísi málningaframsýning hildin í hølunum “ovaru Hoydalar” á Hotel Hilton Garden Inn.

Framsýningin nevnist "Vón".

Stella Zachariassen, ið sýnir fram greiðir frá: - Framsýningin verður frá klokkan 12 til 19 og bert hendan dagin. Eg fari at sýna fram mínar nýggjastu málningar, sum hava ímynd av lívi, troyst og vón. Hetta er fyrstu ferð eg fortelji mína søgu gjøgnum málningar. Flestu málningarnir hava íblástur frá kendum lovsongum, sum koma at verða spældir gjøgnum alla framsýningina. Vit fylgja sjálvandi tilmælunum frá myndugleikunum, sigur Stella Zachariassen.