Ein øðrvísi samgonga?

?Tað mundi koma óvart á tey flestu, tá samráðingarnar um at skipa samgongu millum nógv umrøddu ABC flokkarnar slitnaðu undan vikuskiftinum, og løgmaður fór undir sítt nýggja initiativ, samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin. ? ?Neyvan høvdu mong roknað við, at hesir tríggir flokkar, sum í so mongum hava verið ósamdir og ymiskir, bráddliga fóru undir samráðingar. Ikki minst tá hugsað verður um, at serstakliga Miðflokkurin hevur verið tann, ið bæði Javnaðarflokkur og Tjóðveldisflokkur hava verið mest ósamdir við. Somuleiðis hava hesir báðir flokkar ella umboð fyri teir ikki verið júst tey best lýddu í Miðflokkinum. Kortini hevur tað so víst seg, at hesir flokkar eftir øllum at døma hava givið hvør øðrum lyfti um at fara undir eina semjusøkjandi samráðing. ? ?Sambart formonnunum í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum skuldi ikki verið nøkur grundleggjandi orsøk til hjá løgmanni at slíta samráðingarnar við teir. Hinvegin skilst, at kravboðini ella rættiliga tungtvigandi útspælið frá nýggja Laksáfossvonginum í Sambandsflokkinum um ein búskapargrunn, er tað, sum hevur fingið løgmann at slíta. Hví hann í sama viðfangi eisini kappar við Fólkaflokkin er eitt sindur torførari at skilja, tí sami løgmaður so oftani hevur víst á, hvussu gott samstarvið nettupp hevur verið við Fólkaflokkin. Tað er tó heldur eingin loyna, at tað eru kreftir í Javnaðarflokki, sum ikki vilja halda fram við Fólkaflokki. Tíðin vil so vísa, hvussu skilagott tað var av løgmanni at tveita A og B á dyr í senn, og um henda avgerð kann koma honum aftur um brekku, um ikki nýggja initiativ hansara við H og E ber ávøkstur. ? ?Eftir okkara tykki spælir løgmaður sera høgt spæl, tá hann fer eftir eini so minimalari samgongu, har øll tingfólkini eru tungan á vágskálini, og ikki minst tá vit vita, at tað í hesum trimum flokkum eru tingfólk, sum ikki júst bera orð fyri at vilja leggja síni hjartamál á hillina. Ein breið samgonga vil altíð vera betri borgan fyri arbeiðsfriði og trygd, og tí skilja vit ikki tey, ið tvíhalda um, at betri er við smølum samgongum, tí tá kann eingin koyra fríspæl. Er tað ikki nettupp tann vandin, ið alla tíðina lúrir!? ?Tað er ongantíð rætt í politikki at læsa seg fastan og tvíhalda um, at alt skal vera sum tað var. Nýggjar tíðir hava við sær nýggjar avbjóðingar. Tað er greitt, at ein CEH samgonga fer at ganga longur á sjálvstýrisleið enn ABC. At hon eisini fer at reka annan politikk á búskaparøkinum enn ABC. At hon fer at hella meira til vinstru enn ABC. Uttan at skula koldøma nakað uppá forhond sum ómøguligt, fyrr enn tað hevur roynt seg, so verður tó spennandi at fylgja við, hvussu mongu individualistarnir í hesum flokkum fara at duga samgongudisiplin, tá avtornar. Ikki minst tað verður avgerandi fyri lagnuna hjá CEH.

 

Sosialurin