Sigurð S. Simonsen
Valevni á lista B
Á borgaralistunum A og B í Fuglafirði, ið samstarvaðust til seinasta kommunuval og eisini gera tað nú, eru allir tríggir fagfelagsformennirnir í býnum upp-stillaðir.
Óli, Margretha og Jakku eru saman við reiðarum, stjórum, lærarum, lesandi, sosialráðgeva, grannskoðara, skúlavørði, smiðjum og øðrum góðum fólki til dystin fús.
Hetta má sigast at vera sera jaligt og heilt í tráð við slagorð borgaralistanna um, at í kommunalpolitikki eru vit "partapolitiskt óheftir".
Vit meina, at líka so neyðugt tað er við partapolitikki í landspolitikki, líka so óneyðugt er tað í kommunalpolitikki.
Nei, latið okkum standa saman sum ein maður/kvinna, líkamikið starvsheiti ella politiskan lit og gera okkara besta fyri at skapa góð livilíkindi og góðan trivnað fyri okkum í búleikast her í bygdunum Fuglafjørður, Kambsdalur og Hellurnar ið vit øll somul eru so sera góð við.