Góða allarbesta Unn !!!
Eg siti her við køksborðið og skilji so illa, at heimurin uttanfyri so lættliga fer víðari, sum um onki serstakt er hent, sum um hettar bert er ein hending av so nógvum. Hjá mær kennist tað, sum um alt er steðgað á, og eg skilji ikki, at ikki allur heimurin ger tað sama; nígur niður í djúpa sorg, nú ein tann bjartasta sólstrálan er slóknað fyri eygum okkara.
Góða Unn!! tú ert tann sólstrálan, og eg velji at siga “ert”, av tí at eg eri vísur í, at tín bjarta glæma nú fyllir himmalrúmið í tí æviga staðnum, har tú nú hevur tað so fjálgt og gott saman við tínum kæru, sum longu hava fest búgv har. Í mínari tungu sorg kennist tað so gott og troystandi at vita, at tey fevna og fjálga um teg.
Góða Unn!! Við eitt er heimurin vorðin so nógv fátækari og tómari. Við tínum vinsæla og hjartagóða lyndi fylti tú so nógv, har tú komst á dyr, og tað kendist altíð so gott og gevandi at vera saman við tær. Gløgg og skilagóð vart tú, og nú tú vart vorðin so mikið vaksin, var tað hugaligt at hava eitt prát saman við tær og læra, hvussu væl vitandi tú vart um ymisk lívsins viðurskiftir.
Góða Unn!! tað kennist fullkomiliga meiningsleyst, at tær varð unt so stutta tíð her á jørð, men tað tykist mær, at helst vóru boð eftir tær onkra aðrastaðni frá. Tá eg so hugsi um, hvussu stórt menniskja tú vart, er tað jú heldur ikki so løgi, hóast eg av heilum hjarta hevði ynskt, at tú vart ímillum í okkum í nógv, nógv ár afturat.
Góða Unn!! eg fari at sakna teg ómetaliga nógv, og tað verður tungt at liva víðari í komandi tíðum, men eg troysti meg við øllum teimum góðu og ríku minnunum, eg havi um teg, og at vit einaferð fara at hittast aftur.
Góða Unn!! tú gavst so nógv og slepti ongantíð. Tú ríkaði dagligdag okkara og væntaði onki afturfyri. Teg, dýrabæra menniskja, goymi eg í mínum hjarta og verji um títt vakra og ógloymandi minnið.
Allarbesta Unn!! Jesus pápi er hjá tær og verjir teg.
Marni gubbi