Fert tú á ólavsøku?
- Eg fari á Herbergið á ólavsøku, og ólavsøkuaftan er traditión, at vit hava eina hugnaløtu í garðinum, har búfólk, starvsfólk við familjum og búfólk og starvsfólk av Frælsinum eins og fólk úr samkomuni koma til ein betri bita, sum Ørvaroddar so trúliga hava stuðlað okkum við seinastu árini.
Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, sum saman við familju síni býr í Skálavík.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Eg rokni við, at ein partur verður hildin í Havn, og onkur løta verður hildin við Saksunarvatn, har eg mangan var við ommu og abba mínum. Tað vóru nógvar familjur, sum hildu ólavsøku har, og hetta var sera hugnaligt.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað besta er at merkja stemningin í okkara høvuðsstaði við eitt nú kappróðri, kappríðing, sangi og møtum hjá Frelsunarherunum á Vaglinum og annars at síggja og hitta fólk, sum eru komin á ólavsøku.
Martin Kúrberg vísir á, at tá hann sær burtur frá sínum arbeiði, sum er kring ólavsøkuna, so er tað hugnin og hátíðardámurin, ið eyðkennir tjóðarhátíðina.
- Og so vóni eg sjálvsagt, at so nógvar manningar sum gjørligt hjá Havnar Róðrarfelag vinna í kappróðri.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- At hon bleiv flutt so nógv sum gjørligt inn í kjarnuna av býnum, heldur Martin Kúrberg.
##med2##