- Vit vilja reka ein ábyrgdarfullan sosialpolitikk, har eingin borgari verður sæddur sum ein trupulleiki, ið skal sendast av landinum, sigur Tjóðveldi Tjóðveldi hevur eisini í síni yvirlýsing í dag sítt boð upp á, hvør politikkur eigur at verða tikin.
- Vit vilja ein politikk, sum kann føra Føroyar fram til eitt samhaldsfast, sjálvstøðugt og kappingarført land, ið verður rikið á burðardyggum grundarlag og hevur eitt trygt pláss í tí evropiska samstarvinum.
Tjóðveldi visir á, at aðalsúlurnar undir hesum politikki eru:
* At føroyingar skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð til tess at taka beinleiðis lut í øllum altjóða samstarvi og taka ábyrgd av okkara búskapi.
* Eitt samhaldsfast samfelag, har breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar, og har øll skattainntøka ikki verður tikin av lønum, men eisini av nýtslu- og umhvørvisgjøldum.
* Ein fiskivinnupolitikkur, har politiska stýringin verður steðgað, og vinnan í staðin sjálv kann finna fram til ta mest optimalu driftina innan karmarar av einum fiskidagabanka, har handlaðu rættindini verða ásett samsvarandi lívfrøðiligum tilráðingum.
* Heilt nýggjar leiðir í umhvørvis- og orkupolitikki.
* Ein ábyrgdafullur sosialpolitikkur, har eingin borgari verður sæddur sum ein trupulleiki, ið skal sendast av landinum.
* Ein mentanarpolitikkur, har føroysk mentanartilboð - herundir tilboð í út- og sjónvarpi - verða dubbað soleiðis, at tey kunnu standa seg í kappingini við útlendsk tilboð.
* Ein uttanríkispolitikkur, har Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, leysar av tí heftni, vit í dag eru partar av, verða við í bindandi evropeiskum samstarvi, sigur flokstingið í síni yvirlýsing.