Nógvir fjepparar hjá FC Fredericia góvu til kennar, at tey skiltu ikki hví, at føroyski landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge aftaná fýra góð avrik á rað í donsku superliguni, bleiv vrakaður av høvuðsvenjaranum, Michael Hansen. Hetta hendi undan dystinum í superliguni, har FC Fredericia skuldi spæla móti AGF í Aarhus.
Á sosialu miðlunum er stórur og góður stuðul frá Fredericia-fjepparunum til føroyska landsliðsmálverjan, har tey siga seg ikki skilja avgerðina hjá Michael Hansen.
Michael Hansen valdi 25 ára gamla enska málverjan, Etienne Green, ið júst er komin til Fredericia úr Burnley, har hann var eykamálverji farna kappingarárið.
Stóri miðilin í Fredericia, Fredericia hevur spurt Michael Hansen hví hann vrakaði Mattias aftaná fýra góð avrik í superliguni?
Sjóforkláringin hjá Michael Hansen ljóðar: - "Ja, den er meget hård. Men det er absolut et tilvalg af Green, ikke et fravalg af Lamhauge. Jeg har talt med Lamhauge om det, og alle vil jo gerne spille, og det kom som en overraskelse for ham. For målmænd er det ultimativt, for hvis du skiftes ud som eksempelvis angriber, kan du komme ind senere i kampen. Men igen: Det er et tilvalg af Green, ikke et fravalg af Lamhauge." Sigur Michael Hansen í sínari sjóforkláring í Fredericia Dagblad.
Tá Fredericia í vár hevði tryggjað sær uppflytingina til superliguna, og hevði tveir dystir eftir at spæla, ið ikki høvdu nakran nevniverdan týdning valdi Michael Hansen ikki at geva Mattiasi møguleikan at verja málið hjá Fredericia í tveimum teimum seinastu dystunum, hóast uppflytingin var tryggjað, og fyrsti málverjin tá, Valdemar Birksø var á veg til Fredrikstad í Noregi.
Og nú lendir ein enskur málverji, ið ongan dyst hevur spælt við besta liðnum hjá Burnley, og sum í fýra kappingarár við franska St. Etienne spældi samanlagt 27 dystir fyri besta liðið hjá St. Etienne. Tað eru 6,75 dystir í miðal pr. kappingarár. Og hesin sleppur at verja málið beinavegin. Slíkt kann ein - eins og fjeppararnir hjá Fredericia - undrast á.
Michael Hansen nevnir debutina hjá Etienne Green: "fornuftig". Fredericia tapti annars stórt 1-4 fyri AGF.
Tað er heilt týðiligt, at Michael Hansen ger hvat hann kann fyri at sleppa undan at brúka føroyska málverjan sum fyrsta valið hjá Fredericia. Hann er sjálvandi tann sum suverent tekur ta avgerðina. Men tann avgerðin er ikki góð fyri føroyska landsliðið, og allarminst fyri Mattias.
##med2##