Ein skjót húsaloysn við byggiblokkum

- Nú kanst tú fáa tíni egnu hús laðað upp og innilokað við byggiblokkum frá Sp/f Vind í Saltangará. – Velur tú eina slíka loysn, kunnu vit inniloka tíni hús eftir stuttari tíð. Blokkarnir eru so mikið lættir at arbeiða við, at fólk eisini kunnu laða sjálvi - við vegleiðing frá okkara fólki, sigur Hans Petur Ellingsgaard

Sp/f Vind í Saltangará, sum í fleiri ár hevur verið veitari av dygdargóðum vindeygum og hurðum úr plasti, træi og træ-alu umframt góðum og sterkum garasjuhurðum, hevur í eina tíð eisini verið veitari av byggiblokkum, sum kunnu gera tað lættari og skjótari, tá húsini skulu byggjast.

Byggiblokkarnir, sum nærmast eru eini lego-loysn, bjóða rættiliga teirri siðbundnu loysnini við sethúsabygging av - bæði við skjótleika og tí, at tú saktans kanst byggja húsini sjálvur við teirri ferð, tú sjálvur ynskir og hevur orku og umstøður til.

Fyritøkan hjá Hans Peturi Ellingsgaard í Saltangará bjóðar sær eisini til at laða húsini - ella uppíbyggingina - fyri teg, soleiðis at hús ella uppíbygging stendur innilokað við vindeygum og taki eftir stuttari tíð.

- Eg havi umboð upp á hesar byggiblokkar hjá fyritøkuni - balpol.lt - í Litavia, og nú vit hava selt hesar blokkar í eina tíð, hava vit havt leveringar kring um landið, sigur hann.

 

Góðar afturmeldingar

Ymiskir byggiblokkar hava verið á marknaðinum í nógv ár, men her í Føroyum hevur tað tikið sína tíð at síggja henda frálíka byggimøguleika. Men, nú hevur Sp/f Vind rættiliga vindin í seglunum við byggiblokkum.

- Serliga seinastu tíðina hava vit sæð, at áhugin er vorðin rættiliga stórur og veksandi, umframt at afturmeldingarnar, vit hava fingið, hava verið góðar.

Hans Petur Ellingsgaard vísir á, at byggiblokkarnir eru serstakliga vælegnaðir til húsabygging - bæði til nútímans sethúsabygging og siðbundna bygging.

- Vit hava lagt okkum eftir at hava best hóskandi støddina av byggiblokkum á goymslu, soleiðis at viðskiftafólk altíð kunnu síggja og keypa tað, tey ynskja.

Eigarin av Sp/f Vind sigur, at blokkurin, tey hava á goymslu, er 1,25 sentimetrar langur og 30 sentimetrar høgur. Samlaða breiddin er 40 sentimetrar.

- Samansetingin í blokkinum, sum er úr polystiren EPS, er flamingokendur. Á innaru síðu er bjálvingin fimm sentimetrar - og á ytru síðu 20 sentimetrar. Síðan eru teir 15 sentimetrarnir inni í blokkinum til betongfyllu.

Hans Petur Ellingsgaard vísir á, at blokkurin fæst í ymiskum tjúkdum, og var talan eitt nú um blokkar til eina garasju, hevði sjálvsagt ikki verið neyðugt við somu bjálving, sum í einari húsagrund og húsum annars.

- Vit kunnu bíleggja ta tjúkd, sum viðskiftafólk ynskja - alt eftir, hvat endamálið er, men vit hava valt at hava teir eftir okkara tykki best hóskandi blokkarnar til húsabygging á goymslu, sigur hann.

Sp/f Vind kemur í næstum eisini við lidnum tekningum, har viðskiftafólk kunnu velja ímillum eini 6-8 ymisk byggisnið, sum eru teknað til loysnina við byggiblokkum.

- Fólk kunnu eisini senda okkum sínar egnu tekningar, og síðan seta vit eitt tilboð saman, sigur Hans Petur Ellingsgaard.

 

Lætt at laða

Tað er lætt at laða sær eini hús - ella eina uppíbygging - við byggiblokkunum, sum Sp/f Vind selur.

- Tú kanst saktans laða húsini upp sjálvur, tí blokkarnir eru lættir at arbeiða við. Teir eru uppbygdir soleiðis, at tú krøkir teir í hvønn annan, og síðan eru spor í blokkunum, sum eru til at leggja jarnið í.

Hans Petur Ellingsgaard vísir á, at húsini saktans kunnu laðast í fleiri hæddum og tríggjar hæddir, sum vanlig sethúsabygging ofta er, er als eingin trupulleiki.

- Hesin byggiháttur er so lættur, at tað skal gangast tær rættiliga illa í hond, um tú fert skeivur á leiðini. Okkara royndir eru, at tað er passandi at laða einar fimm blokkar upp í hædd í senn og síðan fylla betong í. Hetta svarar til eina hædd á hálvan annan metur, tá hvør blokkur, sum nevnt, er 30 sentimetrar høgur.

Ein slíkur blokkur, sum Sp/f Vind hevur á goymslu, vigar eini 4-5 kilo, so teir eru lættir at handfara.

- Blokkarnir verða skornir eftir tørvi, tá tú kemur um vindeygu, hurðar ella endar. Vit brúka ein skeribrennara, ið er ein brennitráður, sum fer ígjøgnum blokkin, og hetta ger arbeiðið so sera lætt.

Hans Petur Ellingsgaard sigur, at eitt, sum eisini ger hesa bygging sera ómakaleysa, er, at her er ikki neyðugt við nakrari tilrigging og avrigging, tá dagsins arbeiði byrjar ella endar.

- Tú arbeiðir, tá tú hevur hug, og tá klárt er at fylla betong í, sendir tú boð eftir betongbilinum - ella, tú velur at blanda betongið sjálvur og fyllir í uppsetingina. Tú avger ferðina sjálvur, og her er eingin, sum bíðar eftir, at tú kemur aftur við forskallingum, sigur hann.

 

Skjótt at inniloka

Sp/f Vind hevur bygt eini hús við byggiblokkum og fara væntandi í holt við tey næstu fyrsta dagin.

- Um so er, at viðskiftafólk ikki hava stundir at byggja sjálvi, so laða og inniloka vit gjarna húsini.

Hans Petur Ellingsgaard vísir á, at fyritøkan soleiðis eisini kann levera ein lidnan pakka, har Sp/f Vind laðar og innilokar.

- Tá eru húsini laðað upp, og vit seta vindeygu í og leggja tak á. Eftirhondini hava vit gjørt okkum royndir við hesi bygging, og tí nýtist tað ikki at taka meira enn ein ella tveir mánaðir at laða og inniloka, tá talan er um eini vanlig sethús.

Eigarin av Sp/f Vind heldur, at hetta er ein fantastiskur møguleiki, eins og hann heldur, at byggiblokkarnir eru sera væl egnaðir til sítt endamál.

- Eini hús, sum eru laðað við byggiblokkum, kunnu antin klæðast ella pussast, og vit halda, at eitt lag av pussi uttan á blokkunum er besta loysnin. Innan kann eitt nú klæðast við gipsi, sigur hann.

 

Til dystin fús

Sp/f Vind heldur til í góðum umstøðum í gamla bygninginum hjá Skipafelag Føroya á havnalagnum í Saltangará.

- Vit eru til dystin fús og hava fólk brúk fyri ráðgeving og vegleiðing, eigur eingin at halda seg aftur, sigur Hans Petur Ellingsgaard.