Greining:
Uttanríkismálaráðið hevur lagt uppskot fyri tingið um at loyva landsstýrinum at útihýsa ávísum russiskum fiskiskipum. Og harvið gera Føroyar eins og ES og seta tiltøk í verk ímóti tveimum russiskum reiðaríum, sum eru løgd undir at føra hybridhóttanir til frama fyri russisku stjórnina.
Talan er um tvey russisk feløg, Murman SeaFood og Norebo JSC, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, og eru millum tey, sum í ES eru undir illgruna fyri hybridatgerðir, og sum sostatt koma undir strong avmarkandi tiltøk.
Við útvarpið í kvøld segði Hanus Hansen, formaðurin í reiðarafelagnum, Hanus Hansen, at hann heldur lítið um lógaruppskotið, sum skal svartlista tvey russisk reiðarí - Murman Seafood og Norebo JSC.
##med2##
Hann segði, at er parturin, sum hesi bæði reiðaríini fiska í føroyskum sjógvi stórur, so kann vandi verða fyri, at Russland ikki vil gera nýggja sáttmála við føroyingar.
Men tað er eftir øllum at døma meiriluti á tingi fyri uppskotinum. Hóast Tjóðveldi og Framsókn ikki hava megnað at liva upp til lyftini um ikki at gera fiskiveiðusáttmála við Russland, so bendir mangt á, at hesir flokkara taka undir við hesum uppskotinum hjá landsstýrinum. Fyri tað fyrsta er tað forkvinnan í Tjóðveldi, um leggur uppskotið fram. Tað er illa hugsandi, at tinglimir í Tjóðveldi fara at ganga ímóti einum uppskoti hjá forkvinnuni – og so er talan um júst somu tiltøk, sum Noreg og ES hava sett í verk.
##med3##
Og samgongan fær eisini hjálð úr andstøðuni, tí Bárður á Steig Nielsen hevur fyri ólavsøku boðað frá, at hesi tiltøk eiga at verða sett í verk.
Tá Reiðarafelagið talar at, so kann tað merkja, at Fólkaflokkurin fer at vera ímóti. Men eisini Fólkaflokkurin hevur tosað um at halda seg til tað, sum ES og Noreg gera.
Tí má tað metast so gott sum púra vist, at hetta uppskotið verður samtykt, og at skipini hjá Murman Seafood og Norebo JSC, sum fiska sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland verða útihýst úr føroyskum sjógvi.