Ein sloyfa fyri umhvørvið

IRF heitir nú á allar borgarar um at binda væl fyri á ruskposunum, ið fara út í gráa IRF posan, nú jólini eru í hondum.

– Fyrst og fremst hevði hetta gjørt arbeiðið hjá innsavningarmonnunum munandi tespiligari, tí á henda hátt hevði einki burturkast ligið leyst í tí gráa posanum. Harafturat hevði hetta eisini verið við til at fyribyrgt nógv av tí ruski, sum fýkur úr posunum og endar úti í náttúruni, skrivar IRF á heimasíðuni.

IRF vónar, at fólk fáa tað til vana at binda um ruskposarnar.

– So hervið ein vinarlig, og kanska eitt sindur jólalig, áheitan frá IRF, um at fólk taka henda nýggja vanan til sín og fara at binda sloyfur fyri umhvørvið.

Samstundis minnir IRF borgarnar á, at grái posin skal ikki vera ov fullur ella ov tungur.

– Posin má ikki viga meira enn 20 kg, og hann hevur eina prentaða striku í erva, sum vísir, hvussu nógv burturkast í mesta lagi má latast í hann. Er posin ov fullur ella ov tungur, verður hann ikki tikin.