Ein sonn perla mitt í Havnini

Nú um dagarnar hevur verið skipað fyri NORA verkætlan um fornmat í Føroyum. Í hesum sambandi varð borðreitt í gamla Müllers pakkhúsi

Orð og myndir:

Jan Müller


Norrøna Atlantssamstarvið - NORA - ið hevur høvuðsskrivstovu í Føroyum stuðlar og er við í ymiskum verkætlanum ímillum londini kring Norðuratlantshavið. Vanliga snúgva hesar verkætlanir seg um ferðavinnu, ídnað, kunningartøkni, gransking o.s..fr.

Í løtuni eru tó tvær verkætlanir, ið líkjast frá teimum vanligu.

Onnur er ein verkætlan, ið hevur til endamáls at útflyta tónleik og hin er at skráseta, varðveita og menna fornar matsiðir.

Verkætlanin nevnist Nordatlantisk Traditionsmat ella á íslendskum stutt og greitt fornmatur.

Herfyri var fundur í Havn um hetta evni. 44 fólk vóru komin úr Noregi, Íslandi og Miðenglandi at fundast. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna tók sær av føroysku framløguni.

Í hesum sambandi var so borðreitt í Müllers Parkhúsi við alskyns fornmati - bæði føroyskum, íslendskum og norskum. Müllers PakKhús varð ruddað og vaskað til endamálið. Ikki eiti á úrslit! Norðmenn, ið við vóru, mettu at einki høli á víðagitnu Bryggen í Bergen stóð mát við hesi, ið vóru nýtt hetta kvøldið. Ein sonn perla mitt í Havnini vóru orðini, sum fullu!

Óluva Skaale og Birgir Enni fyriskipaðu kvøldið og høvdu sett eina »ótrúliga« buffet upp - alt grundað á rávøru úr okkara egna umhvørvi.

Tey eru fleiri, sum halda, at tað er eingin ivi um, at hendan verkætlanin hjá NORA er uppá sítt pláss. Ein av teimum er Tummas Arabo, sum hevur havt ein týðandi leiklut í NORA í fleiri ár. Undir samkomuni í Müllers pakkhúsi vísti hann á, at ein slík verkætlan hevur siðsøguligt virði og helt tað spennandi at síggja fram til tá ið menningarparturin av henni gerst veruleiki.

-Kanska okkara matvanar bendast frá hamburgers og pitsa til fornmat - hvør veit! segði Tummas Arabo.

Eisini umboð fyri hini luttakandi londini hildu røður og vístu týdningin ein slík ætlan hevur.

Í sambandi við tiltakið varð skipað fyri fyrilestrum á Hotel Tórshavn. M.a. hildu næmingar á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna fyrilestur um ræstan føroyskan mat.


Stórir møguleikar

Ein av norsku oddamonnunum í verkætlanini um ?Fornmat? er Terje Inderhaug..

Hann sigur við Sosialin, at hóast tað fyri mong kann tykjast eitt sindur fremmant og løgið at skipa fyri verkætlanum um fornmat, so vísir hann á tann stóra týdning, sum ein slík verkætlan kann fáa.

Hann vísir m.a. til, at ikki minst føroyingar, sum hava livað av tí, sum jørðin og sjógvurin gevur - fiski og seyði og fugli - kunnu hava stóra nyttu av eini slíkari verkætlan, sum jú hevur sum endamál at økja um áhugan fyri bæði skeljafiski, fiski, seyði, fugli osfr.

Her hugsar hann bæði um tann týdning hetta hevur fyri tey einstøku húsarhaldini í Føroyum og so fyri útflutningin.

Tí slíkar verkætlanir kunnu nettup vera við til at stuðla undir og stimbra tey fólkini, sum royna at menna og fjøltátta okkara útflutning av fiski.

Hetta er nakað, sum tey hava sera góðar royndir av í Noregi, og hava teir har eina verktætlan koyrandi, sum ber heitið ?Traditionsfisk?. Tað er m.a. við íblástri frá hesi verkætlan, at eitt samstarv nú er fingið í lag millum fleiri lond í Norðuratlantshavi.


Siðsøguligt virði

Sjálvur heldur Terje Inderhaug fyri, at tað júst í gomlum matsiðum liggur nógv siðsøguligt, sum er vert at varðveita. So kan ein gomul mattraditións varðveitast til gleði fyri fólkið í landinum, so ber kanska eisini til at útvikla hana til útflutning. Mong dømi er um hetta í Noregi, har eitt nú teirra meira enn 500 ára gamli siður við lutfiski í dag er partur av útflutninginum.

Hann vísir í hesum sambandi á teir stóru møguleikur, sum eru í tí sera stóra tilfeingini av pelagiskum fiski, eitt nú sildini. Hesin fiskurin er í dag ein stórur partur av allari veiðuni, men telur bert fá % av útflutningsvirðinum. Tað kemst nettup av tí, at lítið og einki verður gjørt við fiskin. Her skuldu verið stórir møguleikar at fingið meira burtur úr bæði til innlendis brúk og til útflutnings.

Tað vil so aftur siga møguleikar at fáa nýggj arbeiðspláss. Og her verður so serstakliga hugsað um smærri ídnaðarfyritøkur, sum taka sær av at góðska fiskin.

Terje Inderhaug heldur, at fiskiídnaðurin átti at víst hesum nógv størri ans, tí nettup ein slík vørumenning - við eitt nú at varðveita og fáa lív í aftur gamlar matsiðir - kann verða ein týðandi partur av virðisøkingini í framtíðini.

Tað ræður um at brúka pengar og hugflog til at menna verandi náttúrutilfeingi til dygdarvørur fyri hægri prís.

Terje Inderhaug heldur, at føroyingar kunnu fáa nógv burtur úr tí arbeiði, sum longu er gjørt í Noregi á hesum øki.

Tað er skrivstovan hjá NORA í Føroyum, sum tekur sær av føroyska partinum av hesi verkætlan. Samskipari er Lis Hammer.