Ein spilopmakari fyllir seksti

Leygardagin verður fest og ballada ovalaga í Varðagøtu í Havn.

Á hjørninum har hendan gøta gerst granni við Mammulág, liggur heimið hjá Rasmus Rasmussen, klippara, trompetisti, húsavørði, lívsnjótara, menniskja og so nógv annað.
Tað er heilt ótrúligt at Rasmus ikki er eldri enn trýss, so bráður sum hann er. Hann kann simpulhen ikki fáa ov nógv av lívinum og tað kann ongantíð ganga ovskjótt. Tað er fartur yvir Rasmus, og hann útrykkir seg myndaliga, tá orð ikki strekkja til. Tosar hann um eina hurð, so stendur hann við henni í hondini, fatar tú ikki beinanvegin poengið.
Rasmus hevur livað í seksti ár, og hetta hevur hann gjørt upp á rekord tíð. Tað ber ikki til rættuliga at tosa um tíð sum nakað konstant og óvikiligt, tá tú tosar um Rasmus. Hann er eitt av teimum menniskjum, sum eru framman fyri sína tíð í orðsins rætta týdningi og tað fáa vit at kenna á egnum kroppi, sum dagliga eru kring hann, vit klára einfalt ikki at fylgja við.
Rasmus er ein eksplosión av energi og hann roynir altíð nýggj mørk. Hann er altíð í góðari tíð og frammanfyri tíðina, og tí gongur hann mangan og bíðar, tá onnur skulu gera seg til at gera okkurt.
Rasmus er fyrstur at seta niður í havanum. Hann er fyrstur í allari Havnini og so má hann ganga og bíða til tað nælir og sprettir, nógv longur enn hini. Hann er fyrstur at lúka, hann er fyrstur at klippa trøini og meðan hann bíðar ótolin eftir at trøini vaksa so mikið, at tey kunnu klippast, so klippir hann litað pappír saman til vakrar urtagarðar, har hann sjálvur avgerð ferðina, hvussu skjótt vekstur, og hvussu langt er komið út á árið. Í klippirúminum hevur hann vald á náttúruni og avgerð sjálvur hvordan og hvorledes.
"Hvussu havi eg føtt hann," segði mamman einaferð uppgevandi í einum føðingardegi, tá fylti støvsugaraposin skrædnaði og endaði á gólvinum. Hann skuldi vísa gestunum hvussu man skiftir ein slíkan, í nýggja instutiónsstøvsugaranum, sum hann júst hevði keypt, og sum var so máttmikil, at hann seyg alt sum ikki var neglt fast. Gestirnir vóru tvangsinnlagdir at hoyra hvørja detailju um hendan støvsugara og at royna hann eisini.
Jólagardinurnar koma upp fyrst í november, ella í hvussu er eitt sindur áðrenn øll hini og tær eru eisini fyrst niðri aftur, tí tær hava hingið so mikið nógv longri enn hinar í Havnini, at hann er vorðin so inniliga troyttur av kramahúsum, gurliandum og nissum, tá nýggjárið bankar á dyrnar.
Lucky Luke er kvikari enn sín egni skuggi og Rasmus er har upp í móti. Tá vit fóru út í verðina fyri átta árum síðan skuldi heimið hjá okkum tømast. Í stovuni stóð ein høgur kaktus, næstan mannshædd, døkt grønur, lúnskur og vandamikil. Forfedrar hansara høvdu stungið frá hond alt í kom í nánd á eini trøð niðri í oyðimørkini í Tunis, hagan Mouldi Manai er ættaður. Køttur okkara og øll onnur við vanligari respekt fyri sær sjálvum virdu og óttaðust kaktusin. Rasmus vildi hava beistið niðan í Mammulág og sum tað allarseinasta vit fluttu úr húsunum var hesin tornuprýddi vøkstur. Eg stúrdi fyri hvussu vit skuldu fáa hann út, men eg slapp ikki at stúra. Áðrenn eg visti av, kom Rasmus sum ein hvirluvindur inn í stovuna, tók við báðum ørmum um kaktussin, snaraði á gólvinum og steðgaði ikki aftur fyrr enn úti á trappuni, bannandi: "Forhelviti sum hetta stingur, vit mugu balla hann inn í okkurt, ikki sannheit, Jústinus," segði Rasmuss og pilkaði nakrar tornur burtur úr bringuni. Eg nikkaði samtykkandi.

Rasmus er stórt menniskja. Han er vinur vinnana og hann hevur stórt hjarta, vit støðga her við hesum evninum og tosa ikki um hvussu hann taklar sínar óvinir. Tað er líkasum ein onnur søga. Hann er húsavørur á nógvum stovnum hjá andveikraverndini í Havn og uttanfyri við. Hann veit alt um pedagogar og hevur vist nokk eisini eina meining um teir, eina avgjørda meining. Tað var nú ikki sum húsavørður at hann á fyrsta sinni kom í samband við tey veiku í samfelagnum. Hann starvaðist við tarnaður fólkum niðri, áðrenn hann tók táttin upp í Føroyum og í Rasmussi hava tey veiku ein góðan verja. Vága tær at tosa niður um tey brekaðu og Rasmus fer í fimta gear beinanvegin og hvassa tungan fær teg at angra, at tú talaði.

Rasmus er av áhugaverdari familji í báðar ættir og hann veit av tí. Og hann hevur eina næstan forkelaða og eitt sindur dempaða snobbkenslu mótvegis tí fínu Restorff familjuni, sum seinastu øldina hevur staðið fyri einum parti av tí útlendska íslettinum í høvuðsstaðnum. Tað er ikki heilt uttan errinskap, at hann greiðir frá langabbanum sum bakaði fyrsta wienarbreyðið í Føroyum fyri yvir 100 árum síðan. Hvør át hetta vinarbreyðið sigur søgan einki um og granskarar klóra sær í nakkanum, júst tí hetta ledið í føroyskari siðsøgu er horvið. Føroysk siðsøga fær aðra vend, tá hetta kemur fyri ein dag. Og so snerkir hann eitt sindur, tá spurt verður um hina familjina, sum er fast ankrað í abban, Rasmus á Háskúlanum, íð hann er uppkallaður eftir. Og um Rasmus á Háskúlanum melir tann gamla eitt sindur stirvna, ræsta og grótføroyska mentanin sum í allari almindiligheit og eisini í allari beskeðinheit fær føðingardagsbarnið at snerkja eitt sindur, uttan tó at missa loyalitetin mótvegis vágafamiljuni heilt á gólvið. Nei, abbasonur annan háskúlamannin hevur arvað nøsina frá upphavsmanni tí fyrsta føroyska wienarbreyðsins, gamla Restorff, hvørs genir ganga aftur til týskar jødar í Týskalandi í 19. øld og hagani heilt aftur til patriarkin Ábraham gamla.

Rasmus er ikki sloppin ómerktur gjøgnum lívið. Hann hevur fingið og mist, fingið og mist og fingið aftur. Hann hevur mist dýrt, enntá sitið sum einkjumaður við tveimum børnum, men hann hevur fótað sær aftur. Flisar eru farnar av honum, men bulurin er eftir. Nú hevur hann ment seg til eldri mann við grásprongdum hári og skeggi, fullur av lívsroyndum og einum øgiligum appetitti eftir tí sum liggur fyri framman og sum hann enn ikki veit hvat er. Og nú eru sjey ár til aldursrentuaftan og Tilhaldið.

Nær fer Rasmuss at minka um ferðina, nær fer hann at slappa av, neyvan fyrr enn hinumegin, tá hann fer at síggja lívið í slow motion á einum himmalskum videofilmi. Og andaligur er Rasmus eisini, hóast vit í allari almindiligheit ikki seta hann so nógv í samband við tað, so upptikin hann er av lívinum her og nú. Men hann spekulerar nógv upp á hvussu tað fer at vera í ævinleikanum, og hvørjum man fer at vera saman við har, soleiðis í tí dagliga og kanska av og á í tí drúgva og endaleysa degi, har tíðin stendur í stað í ævinleikanum.
Og Rasmus spekulerar eisini upp á Gud og setir sær tungar spurningar, sum ongin enn hevur verið førur fyri at svara: "Ikki sannheit Jústinus. Also hygg her! Eg havi fingið lívið sum gávu og mín skrekkur hevur alt mítt lív verið at farið óbrúktur higani. Fyristilla tær nú Jústinus, tá eg nú standi framman fyri Várharra og hann sigur við meg. Jamen Rasmus, eg gav tær lívið og tú kemur aftur til mín og talvan er heilt rein, hvat hevur tú gjørt har niðri, hevur tú slett ikki livað. Hevur tú ongantíð mistikið teg, so hevur tú heldur ikki livað. Tað má í hvussu er ikki henda." Hann gerst heilt tómur í andlitinum, tá hendan ramsan kemur fram eini tvær til tríggjar ferðir um árið.
Rasmus gongur við lív og sál upp í alt hann tekst við. Og tá eg skrivi alt, so meini eg alt. Tað tók høvuðsstaðnum drúgva tíð at koma seg eftir seinastu royndina hjá Rasmussi at leggja av at roykja. Hann royndi við einum italienskum plástri og hvørt menniskja sum kom honum í nánd slapp at síggja hansara líðing og hansara pínda tilklistraða likam, meðan hann næstan ørur av abstinensum misbrúkti tunguna til Nicorette í staðin fyri at guva. Tað fór ein lætti um havnagøtur, tá fólk sóu at Rasmus aftur hevði fest sær í.
Og so var hann arkitektur, byggiharri og húsasmiður fyri einum høsnarhúsi, sum hann smíðaði fyri systrina og tá fingu vit alt at vita um hønur, um skvøtt, um hanar, um fjaðursárheit og korn heilt til hann sjálvur gjørdist troyttur av eggum og øllum tí sum har til hoyrir, eggjakøku og gessi íroknað.
Rasmus er skemtari og hann dugir væl at fortelja eina góða. Sum skemtari, so grínir hann heldur ikki um tú sjálvur fortelir honum eina góða. Hann goymir láturin til seinni. Tá tú fortelir, so hálar hann allarhægst eitt lítið sindur í smílibondini. Seinni fer hann beint í býin og á Konditaríið og tá fortelir hann søguna sum sína egnu og Gud náði tann sum ikki grínir tá. Eg skal heilsa og siga hetta er galdandi fyri allar skemtarar eg kenni og teir eru slett ikki so fáir.
Leygardagin verður fest og ballada í heiminum hjá Rasmus í Mammulág. Mamman Rigmor fer at sita har sum ein drotning og drekka sjokolade, og tosa um arbeiðskonur og fólk sum hon kendi og sum ikki eru á lívi longur. Mammubeiggin Trygvi fer at fortelja onkra góða sum tann frálíki frásøgumaður hann er og Restorfffamiljan sum heild fer at meta um dygdina av køkunum við sonnum kennara smaksleykum, ið hava ment seg øld eftir øld heilt aftur til heilaga landið. Háskúlafamiljan fer allarhelst at tevja meira eitir tí turra kjøtinum og tosa um glarfiti og hagagóð krov, um feitar rullupylsur og rakar rullupylsur. Og so verða tað so nógv onnur eisini, sum fara at heilsa upp á føðingardagsbarnið, tí fólk kennir hann nógv og væl dugir hann saman við fólki, um hann sleppur framat.
Kemur tú framvið Mammulág leygarkvøldið, so gerst ikki skakkur um tú sær eitt petti av Tivoli soleiðis mitt í Havnini. Urtagarðurin er nevniliga innilokaður i dagens andledning og fjátursstungnar ribes og aðrar plantur óttast dómadag, nú dagljósið so knappliga er tikið frá teimum. Men tað er bara tí at Rasmus fyllir seksti og tað kunnu tær sjálvandi ikki vita.
Kanska hoyrir tú trompetblástur, tá hann fer at floyta og tað ger hann allarhelst av og á hetta kvøldið, tí hann kann ikki rættuliga gera við tað, hann má floyta tá lagið fer upp um eitt vist á skalaðinum til garvillan villan jubil. Og spælimaður er hann, tó ikki fortaptur.
Og við hesum reglum skuldi eg sloppi undan at hildið talu á føðingardegnum, tað er so forbankað ringt at siga nakað meiningsfult um góðar vinir. Tillukku við degnum Rasmus.

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Myndatekstur:

Rasmus er 60 ára gamal. Hann hevur livað hesi 60 árini upp á rekord tíð. Soleiðis sá hann út fyri viku síðan. Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard