Ein stór plága fyri havnarfólk

Seyður, sum herjar urtagarðar og grasplenur hjá fólki, er ein stórur trupulleiki.

Tað staðfestir Sigurd Hansen, aktingarmaður í Tórshavnar kommunu.

Og hann heldur eftirlitið við, at traðareigarar halda sína hegnskyldu, eigur at verða munandi herd.

Men hann sigur, støðan er serliga ring í ár.

- Tað er púra ongin gróður í haganum og tískil leggur seyðurin nógv fyri at sleppa inn um í urtagarðar og á grasplenur, har grasið er nógv grønari og sevjumiklari.

Hinvegin sigur aktingarmaðurin eisini, at tað eru ávís støð í kommununi, har støðan er serliga ring.

Eina ringast stendur til á Argjum.

- Har havi eg næstan uppgivið støðuna, sigur hann.

Hinvegin skilir hann fullvæl, at fólk føla leysgangandi dýr, sum eina plága, tí nógv leggja stórt arbeiði í grasplenur og urtagarðar.

Og trupulleikin er, at hegnskyldan ikki verður hildin, sigur Sigurd Hansen.

Eftir hansara tykki, eigur hegnskyldan at vera herd, so at tann, sum misrøkir hana, fær einar tvær vikur at gera ábøtur, annars fer kommunan at stika fyri eigarans rokning.

Hann leggur afturat, at ein annar stórur trupulleiki er, at tað eru nógv portur á stikunum og fólk, sum ganga um tey, lata tey ikki aftur.

Summi portur hava eina fjarðaskipan, har tey smekka aftur sjálvi.

Men so skal eisini handakraft brúkast at fáa portrið upp og tískil noyðast fólk av súkkluni at portrið upp og tað tíma tey ikki.

- So næstu ferð, tey skulu ígjøgnum portrið, hava tey bara hamara við og bróta skipanina, fyri at sleppa frá at noyðast av súkkluniuni, sigur Sigurd Hansen.

Annars heldur hann ikki, at trupulleikarnir av rossum og øðrum dýrum eru verri enn teir plagdu vera.

Tær tríggjar myndirnar av seyði á grasplenum og í urtagarði eru tikin seinastu dagarnar.