Ein stórur partur av manningini á Norrønu er sendur til hús

Stjórin útihýsir ikki møguleikanum, at Norrøna eisini verður løgd í eina tíð

Nú er ein stórur partur av manningini á Norrønu sendur til hús. Tað váttar Rúni Poulsen, stjóri á Smyril Line.

Hann sigur, at hann veit ikki akkurát, hvussu nógv tey eru í tali, men talan er um øll starvsfólkini umborð, sum hava við ferðafólkini at gera, altso starvsfólkið í matstovunum og barrunum og tey, sum hava við hotellvirksemi, annars, sum eru send til hús.

Tey, sum eru eftir umborð, eru sostatt ara tey, sum krevjast til at sigla skipið og tey, sum hava við farmaflutningin at gera.

Tað er nevniliga nakað síðani, at boðað varð frá, at Norrøna gevst at sigla við ferðafólki fyri at forða fyri, at koronasmittan skal breiða seg.

Fyribils stendur tað bannið við til 16. apríl, og tá ið eingi ferðafólk eru við, er heldur einki hjá fólkunum at gera, og sostatt eru tey send til hús.

Men Rúni Poulsen leggur dent á, at fólkini eru ikki søgd úr starvi, tí ætlanin er at fáa tey umborð aftur, tá ið alt hetta her hæsað av.

Sostatt verða starvsfólkini umfatað av nýggju reglunum fyri ALS, sum Løgtingið samtykti í gjár. Endamálið við teimum var, at starvsfólk, sum verð send til hús tí arbeiðið hjá teimum er niðurlagt í sambandi við vandan fyri korona, skulu eisini fáa gjald úr Als.

Rúni Vang sigur, at Norrøna heldur kortini fram at sigla við farmi. Smyril Line hevur eisini farmaskip og stjórin útihýsir heldur ikki møguleikanum fyri, at Norrøna verður løgd í eitt tíðarskeið so at farmaskipini klára allan farmaflutningin.

Hendur tað, fer tíðin at verða brúkt til at gera ymsar ábøtur umborð, sigur Rúni Poulsen.

Men hann sigur, at tað er vónleyst at meta um, hvussu støðan verður í morgin, fyri ikki um at tala í næstu viku, ella um nakrar vikur, so tey mugu bara taka tað, sum tað kemur.