Ein stavur sigur meiri um skúlabørnini enn eitt tal

Formaðurin í Lærarafelagnum við kollvelta karakter-skipanina í skúlanum

Skipanin við karakterum í skúlanum eigur at verða broytt. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Hann heldur, at vit eiga at fara burtur frá at geva næmingum eitt tal í karakteri, tí tað gevur eina nógv betri mynd av næmingunum ein bókstav í karakteri,

 

– Við tølum kanst tú rokna eitt miðaltal út, men tað ber ikki til við bókstavum, sigur hann við Skúlablaðið. Fyrimunurin við tí er, at ljós verður varpað á tað, næmingarnir duga væl, og tað, teir ikki eru so stinnur í. Hetta er sama skipan, tey hava í USA.

 

Frá at tosa um, at ein næmingur hevur eitt eitt miðaltal upp á eitt ella annað, kunnu tølini vísa, at hann er stinnur í teirri og teirri lærugreinini, men ikki so stinnur í onkrari aðrari lærugrein. Formaðurin í Lærarafelagnum sigur við Skúlablaðið, at tað gevur eina betri mynd av, hvørjir teir fakligu førleikar hjá næminginum eru.

 

Vit kunnu skilja tað tá ið vit siga, at okkurt er toliligt, ella krevur bata, men tøl siga ikki so nógv og miðaltøl siga uppaftur minni, heldur Jacob Eli S. Olsen.

 

Hann sigur, at fyri tað um nógvir næmingar fara til Danmarkar at útbúgva seg, er tað ikki neyðugt, at skipanin í Føroyum skal vera tann sama sum tann danska. Fólk koma úr øðrum skúlaskipanum, har próvtøl ikki verða brúkt, inn í donsku skúlaskipanina uttan trupulleikar, tí tað ber væl til at umrokna, sigur hann.

 

Próvtølini hjá okkum byggja á, at danir broyttu sína próvtalsskipan í kjalarvørrinum á PISA. Tað er eingin ivi í, at tað er lættari hjá ávísum skúlamyndugleikum at arbeiða við tølum enn bókstavum, men fyri tað er tað ikki tað besta. Okkara próvtalsstigi skal vera tann, ið gagnar okkara næmingum og okkara skúlaskipan, sigur Jacob Eli S. Olsen við Skúlablaðið.