Ein strævin maður

Ein maður er í Føroya rætti dømdur 40 daga fongsulsrevsing fyri hóttanir, harðskap og, herverk. Haraftrat skal hann í fýra mánaðir arbeiða ólønt fyri samfelagið Alt hendi 9. mai í fjør.

Maðurin varð handtikin, tí hann var farin inn í eini hús og fekst ikki útaftur.

Meðan hann sat í politibilinum, hótti hann við at gera av við politistarnar innan fyri 24 tímar. Á skaðastovnuni á Landssjúkrahúsinum hótti hann við at drepa politistarnar, og eftir læknakanningina endurtók hann hóttanirnar.

Annan politistin sparkaði hann i andlitið og hin í beinið.

Seinni oyðilegði hann eina madrassu í brummuni.

Umframt at fara í fongsul og gera samfelagstænastu skal maðurin gjalda fyri madrassuna, og hann skal eisini rinda sakarmálsútreiðslurnar.