Budgettið í Trongisvági kemur heilt vist at halda, tí tað plaga tílík altíð at gera.?Tit hava helst eisini í hesum sambandi havt nýggja tunnilin Hvalba - Trongisvág í huga. Nú eftirskúlin ikki verður í Hvalba, er eingin grund at gera nýggjan tunnil, so her fáa tit tvey fyri eitt - genialt. ?Spardi peningurin kann ístaðin t.d. brúkast at minka um CO2 útlátið frá tykkum í Tinganesi.?Havi skilt, at á Hvítanesi skal maritima undirvísingin hjá eftirskúlanæmingunum verða. Her haldi eg, at tit hava raðfest skeivt, tí vit hava meira brim her í Hvalba, hóast vit ikki hava nakrar optimistjollur. Hóast ongar optimistjollur, eru vit í Hvalba optimistar og vænta, at tit til næsta val koma og bjóða okkum okkurt, sum verður nógv áhugaverdari enn ein eftirskúli, tí vit vita, at tit elska okkara vøkru bygd Hvalba, tað hava tit so ofta víst bæði í talu og skrift.?Eisini er at gleðast um, at vakra umhvørvið, har eftirskúlin skuldi byggjast ikki varð oyðilagt.?Vil samstundis eisini rósa bygdarráðnum í Hvalba fyri teirra forstáilsi fyri sparingum javnarfloksins.?
?