Ein tann mest framkomna vulkaniseringsverksmiðjan í Evropa

Í lítlu Suðurjútsku bygdini Tobøl liggur ein tann mest framkomna verksmiðjan til vulkanisering av lastbiladekkum í Evropa. Verksmiðjan gongur á odda við at laga seg til tær strongu ES-reglugerðirnar

Tobøl. Suðurjútland. Nýggj kvalitetsdekk til lastbilar og bussar eru gjørd til at kunna koyra upp til eina millión kilometrar, um tey verða vulkaniseraði eftir at dekkmynstrið er niðurslitið. Hetta er sjálvandi treytað av, at lufttrýstið hevur verið tað rætta, og dekkini eru væl hildin í aðrar mátar.

Ein tann mest framkomna vulkaniseringsverksmiðjan í Evropa, Tobøl Dæk A/S,
bleiv stovnað í Vejle í 1950. Í 1969 varð hon flutt til lítlu bygdina Tobøl, sum liggur sunnan fyri høvuðsvegin millum Esbjerg og Kolding.

Vulkaniseringsverksmiðjan er eisini við í menningini av nýggjastu tøknini innan fleiri av maskinunum, sum verða brúktar í tilgongdini, tá dekk verða vulkaniseraði.

Dekkini sum koma inn á verksmiðjuna verða fyrst kannaði fyri skaðar, rivur og um tey t.d. hava koyrt við ov stórari vekt ella ov lágum trýsti ella eini kombinatión av báðum. Síðan verða tey pumpaði upp við einum trýsti upp á 10 bar. Hetta fyri at tryggja at bert feilfrí dekk verða vulkaniseraði.

Hvørt dekkið fær síðan eina sjúkrajournal, sum fylgir dekkinum allan vegin undir framleiðsluni.

Tobøl Dæk A/S var ein tann fyrsta í Evropa, sum bleiv góðkend eftir strongu ES reglugerðunum sum t.d. ISO 9002 og ECE R-109.

Edurnýtsla av dekkum hevur eisini stóran umhvørvisligan týdning.

Í Føroyum er tað Sp/f Super Dekk í Havn, sum umboðar Tobøl dekkini.