Útbúgving
Eyðgunn Dam úr Vestmanna er ein teirra, sum hevur leitað sær útum kongaríkið fyri at nema sær hægri kunnleika. Eftir lokið stundentsprógv og nøkur ár sum arbeiðsfólk í heimbygdini, endaði hon í Preston í Onglandi. Ørindini vóru at lesa sálarfrøði á lærda háskúlanum í býnum.
Preston liggur ein góðan tíma frá Manchester og er partur av Lancaster økinum. Hóast tað er trupult at finna býin í føroyska atlasinum, so er talan um ein miðalhampa enskan bý, har tað eru nógv lesandi.
Millum teirra er eisini Eyðgunn úr Vestmanna, sum verður noydd at gjalda ein part av kostnaðinum fyri at ganga á skúlanum. Allíkavæl tímir hon ikki til Danmarkar at lesa, men heldur so avgjørt, at umstøðurnar kundu verið betri.
Sálarfrøði
Henda dagin í farna árið, tá kósin varð sett móti Vesmanna, var Eyðgunn heima í jólafrí. Skúlaárið í Onglandi eru munandi styttri enn tað eitt nú er í Danmark ella Føroyum. 32 vikur um árið fara til at lesnaði hjá teimum mongu bretunum og øðrum, ið stremba eftir meira lærdómi innan enska markið.
Sjálv lesur Eyðgunn sálarfrøði. Henda vísindin, sum seinastu árini hevur fingið meiri og meiri føroyingar til at lata eyguni upp fyri sær.
Sjálv sigur Eyðgunn, at hetta er ein vísind, sum hon leingi hevur havt stóran áhuga fyri. Hon valdi at royna seg, og higartil hevur henni hesi eisini dáma bara heilt væl.
Hon greiðir frá, at á skúlanum, so verður tað eitt nú ikki talað eitt orð um Freud og hansara ástøði, har kynsliga driftin spælir høvðusleiklutin. Heldur eru tað aðrir sálarfrøðingar og aðrar ástøðir, ið Eyðgunn lesa og læra um.
Sjálv hevur hon ongar ætlanir um sita í stólinum og lurta eftir fólki hvønn dag, sum er tann vanliga ímyndin av einum sálarfrøðingi. Hon kundi heldur hugsað sær at arbeitt innanfyri tann meira uppklárandi partin av sálarfrøðinum, har arbeitt verður við lógarbrótarum og tílikum.
Trupult
Um tað at fara undir eina útbúgving í Onglandi sigur Eyðgunn, at tað er rættiliga trupult at koma ígongd. Tað er eitt sindur torført at sleppa inn, men tað mest truplar var, at hon noyddist at gera so at siga alt fyrireikingaarbeiðið sjálv. Serliga fílist hon á, at tað var ógvuliga lítið, sum føroysku myndugleikarnir vistu at siga henni og hjálpa henni við.
Í samstarvi við skúlan fekk hon skipað soleiðis fyri, at hon slap avstað, og hon hevði okkurt at búgva í, tá ið hon kom. Hetta við bústaðinum var tó bert nakað, ið skúlin syrgdi fyri fyrsta árið. Nú hon hevur gingið eitt ár á skúlanum ella tvey semester, so varð sjálv noydd at finna okkurt at búgva í.
Hon hevur fingið sær eina lítla íbúð, sum liggur rættiliga væl fyri í býnum.
Eyðgunn sigur, at hon varð so at siga blakað beint inn í skipanina, tá ið hon kom til Onglands. Hon hevur havt ein lestarvegleiðara, sum hevur hjálpt henni við nøkrum tingum, og hesir eru altíð til reiðar at hjálpa næmingunum.
Sjálvt tað málsliga er ikki so trupult, sum ein kanska kundi hugsað sær. Bøkurnar eru sjálvsagt allar á enskum, men hetta er ikki nakar serligur trupulleiki heldur. Tað verður nógv nýtt latín og nógvur statistikkur verður tikin fram, so tað er heldur her, at avbjóðingarnar liggja í so máta.
Sum tað oftani er á lærdum háskúlum, er tað fyri tað nógva fyrilestar, har luttakaratalið er ógvuliga høgt.
Útbúgvingin er bygd upp við einari bachelor útbúgving fyrst, sum tekur 3 ár, og síðani kann ein yvirbygningur leggjast omaná. Hetta er fyri so vítt tað sama, sum vit kenna úr Norðanlondum.
Sum vera mann á tílíkum støði, so er tað rættiliga nógv at gera. Eyðgunn og hinir næmingarnir hava úr at gera við at lesa, og uppgávur verða skrivaðar mestsum hvørja viku, og hesari eru rættiliga umfatandi.
Sum heild er tað nógv øðrvísi á donskum lærustovnum. Eitt nú karakterskalain er heilt ørðvísi og byggir á prosent.
Reint sosialt stórtrívíst Eyðgunn í Preston. Hon hevur vant seg við at búgva í Onglandi, og hon hevur fingið fleiri vinir og pubmentanin er ikki ókend fyri henni.
Fíggjarliga er talan um eina heilt aðra søgu, tí har er tað trupult at fáa endarnar at røkka saman.
8.5000 pund ella umleið 102.000 kr. skal hon gjalda fyri skúlagongdina. Umframt at hon eisini skal av við leigugjald fyri íbúðina og skúlatilfarið.
60.000 kr. koma úr Føroyum til skúlagjald, umframt 4.000 kr. um mánaðin úr Danmark.
Hetta heldur hon vera alt ov lítið, og neyðugt hevur verið hjá henni at taka eitt lestrarlán. Varð hon innskrivað sum ES-borgari, so hevði skúlagongdin verið ókeypis.
?Rokningin er har, tá ið tú ert liðug, men við at lesa her, so fært málið og útbúgving í einum, sigur Eyðgunn Dam at enda.