Landsliðsprát
Undan dystinum segði Jón Rói Jacobsen, at hann sum so ongar beinleiðis vónir hevði um at koma á vøllin leygardagin. Í seinna hálvleiki fekk hann tó boð um at hita upp, og beint undan málinum hjá Sveis varð hann sendir á vøllin.
Eftir dystin hittu vit Jón Róa, og spurdu hann, hvussu tað kendist, tá hann fekk at vita, at hann skuldi inn á vøllin.
- Tað einasta, sum eg hugsaði um, var at fara inn at gera mítt besta. Tað var fyrsti dysturin hjá mær, og eg kundi ikki gera nakað annað enn at geva alt. Eisini hóast tað ikki er serliga lætt at koma inn í einum slíkum dysti.
Tað er eingin loyna, at móttøkan, sum Jón Rói fekk, tá hann kom inn á vøllin, var positiv. Áskoðararnir klappaðu og roptu, og sjálvur duldi hann heldur ikki fyri, at hann var fegin um hetta.
- Tað var heilt fantastiskt at síggja yvir á vinmenninar hjá mær. Eg hevði hoyrt teir rópt allan dystin, og tá so restin av áskoðarunum eisini klappaðu ? tað var bara ótrúligt.
At klappini vóru somikið nógv, komst helst eisini av, at Jón Rói setti met sum yngsti landsliðsleikarin hjá Føroyum yvirhøvur. Hetta tóktist tó ikki at vera nakað, sum unglingin hugsaði nakað serligt um eftir dystin.
- Tað er so ikki nakað, sum eg hugsi um her og nú, heldur hann. Spurdur um tað heldur er nakað, sum mann kann minnast á um 10-15 ár sigur hann, at tað kann vera, men leggur so afturat, at í løtuni hevur tað ikki so nógv at siga.