Treytað frádøming í Hovstunlinum

Fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra millum 105 og 115 kilometrar um tíman.

 

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar í Hovstunlinum í Suðuroy. Her vórðu fýra bilførarar skuldsettir fyri at koyra ov skjótt.

 

Loyvda hámarksferðin í tunlinum er 80 kilometrar um tíman, men her vórðu fýra bilførarar máldir at koyra millum 105 og 115 kilometrar um tíman.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tríggir fingu klipp fyri hesi brot, og ein bilførari fekk treytaða frádøming av koyrikortinum.

 

Treytað frádøming merkir, at bilførarin noyðist upp til nýggja koyriroynd, um viðkomandi ikki skal missa koyrikortið.