KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi

KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi og eftir eitt støkkup tiltak í Tivoli í Keypmannahavn í heyst.

Tað skrivar Koks í tíðindaskrivi í kvøld:

 

– Vit hava hugsað okkum væl um, áðrenn vit bera tykkum hesi beisksøtu tíðindi.

 

KOKS fer at lata aftur eitt skifti. 

 

Hóast vit hava roynt at útvegað okkum ein nýggjan stað í Føroyum, mugu vit í hesi løtu ásanna, at vit ikki megna at fáa ein fastan bústað fyrr enn í fyrsta lagi í 2026.

 

Okkara seinasta skeið verður í Ilimanaq í Grønlandi frá 12. juni til 7. septembur. Eftir tað fara vit við spenningi undir eitt serligt støkkupp tiltak í Tivoli í Keypmannahavn frá 10. oktobur til 3. novembur í ár.

 

KOKS hevur vunnið sær altjóða viðurkenning fyri sína makaleysu norðurlendsku matgerð, sum hevur sett staðbundna rávøru og siðbundan føroyskan smakk í brennidepilin. Vit hava halgað okkum til fínleikan og nýskapan, og tað hevur vunnið okkum tvær Michelin stjørnur og trúfastar fylgjarar um allan heim. Vit eru okkara starvshópi og felagum ómetaliga takksom fyri ósvitaligan stuðul á allari hesari ferð.

 

Vit hava kannað nógvar ymiskar møguleikar í Føroyum, tó er eingin vorðin veruleiki.

 

Kortini er tað so, at vit framvegis vilja lata upp aftur í Føroyum, skuldu vit komið fram á tað rætta staðið, har okkara matmentanarliga ferð kann halda fram.

 

– Í takksemi og við eyðmýkt takki eg teimum meistaraligu starvfólkunum á KOKS, sum høvuðskokkurin Poul Andrias Ziska hevur stjórnað, fyri at skapa løtur við matlistarligari gleði, við fínleika og dirvi um somu leið, og vínserfrøðinginum Karin Visth fyri “at stjórna allari skránni” við trúskapi og ídni, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, sum eigur Koks.