Næst síðstu nátt gjørdi løgreglan ferðslukanningar í miðstaðarøkinum, har bilførarar vórðu kannaðir fyri møguliga rúsdrekka-og narkokoyring, men her varð einki mál skrivað.
Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í landsvegi í Vágum, har mest loyvda ferð er 80 kilometrar um tíman, og her fekk ein bilførari treytaða frádøming av koyrikortinum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti at siga, at løgreglan í morgun er við skúlar og barnagarðar í Eysturoy og Norðoyggjum.
Í slíkum kanningum verður serliga hugt eftir, hvussu ferðslan við skúlar og barnagarðar er skipað, um børn sita rætt íbundin og tryggleiki ræður í umhvørvinum.
Vaktleiðarin varð í morgun eisini spurdur, hvussu gongur við at greiða málið um eldin, sum var í einari bingju Inni á Fjørð í Vestmanna um vikuskiftið.
Tað er eitt alifelag, ið eigur bingjuna, sum hevur verið brúkt til at goyma útgerð í, men løgreglan visti í gjár at siga, at stór virðir vóru ikki í bingjuni, tá eldurin kyknaði.
- Brandteknikari hjá okkum hevur verið á staðnum, men áðrenn ein frágreiðing fyriliggur, kunnu vit ikki siga nakað endaligt um hetta málið, segði vaktleiðarin í morgun.