Ein tunnil kann bjarga Fámjin

- Ein tunnil er tað einasta, sum kann bjarga bygdini, sigur borgarstjórin í Fámjins kommunu.

Fólkatalið á Fámjins kommunu minkar, bæði við náttúrligari frágongd og við, at ungdómur flytur burtur at lesa. Onkur familja, sum hevur børn, er eisini flutt úr kommununi.

 

Í dag er fólkatalið, sum bara fyri hálvum øðrum ári síðan lá um stívliga 100, komið niður á 90.

 

- At vit hava eina náttúrliga frágongd við deyða, er, sum tað noyðist at vera. At ungdómur flytur burtur í lestrarørindum er eisini, sum tað noyðist at vera. Tað, sum er keðiligt og hugstoytandi, er, at nærmast eingin flytir til kommununa.

 

Tað sigur Eydis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjins kommunu.

 

Borgarstjórin er ikki í iva um, at einasta leiðin at fáa fólk at flyta aftur til Fámjins er, at vegasambandið í minsta lagi verður dagført.

 

- Landsverk hevur gjørt onkrar betringar við eitt nú fleiri víkiplássum, men framvegis eru vegastrekki, har útsýnið er alt ov vánaligt. Eg kundi tí hugsað mær, at Landsverk gjørdi meira við at tryggja útsýnið.

 

Eydis sigur, at fólk, sum búgva í Fámjin og dagliga koyra av bygdini, kenna vegin og koyra eftir umstøðunum. Verri er hjá teimum, sum sjáldan vitja í bygdini - og ikki minst hjá útlendskum ferðafólki, sum annars dáma væl at vitja í Fámjin.

 

Hon heldur, at skal Fámjin verða lív lagað, er neyðugt, at bygdin fær ein tunnil.

 

- At byggja ein tunnil til Fámjins hevur leingi verið upp á tal, og hetta er avgjørt nakað, vit í kommununi taka fult undir við. Hetta hevði eisini verið ein lutfalsliga stuttur tunnil, kanska á leið sum Leynatunnilin.

 

Eydis Ellendersen sigur, at tað serliga er Skarðið - Øraskarð - sum er keðiligt og óhøgligt um veturin, men eisini vegirnir báðumegin Skarðið. Tað er vindhart á Skarðinum, og her er ikki altíð so tespiligt, tá vegurin er hálur.

 

- Eg trúgvi, at høvdu vit fingið henda tunnil, hevði hugurin at búgva og at búseta seg í Fámjin eisini verið har eftir. Fámjin er ein perla, bæði á sumri og vetri, og hetta er einasta bygd miðskeiðis í Suðuroy, sum vendir móti havinum vestanfyri, sigur borgarstjórin.