Í 2020 sat eg í Ungdómsløgtinginum. Tað var fyrstu ferð, eg veruliga kendi, at mín rødd hevði týdning. Har kviknaði mín áhugi fyri politikki. Tí er tað ótrúligt, at eg -í dag 21 ára gamal- eri valevni til Løgtingsvalið.
Eg stilli upp, tí eg trúgvi upp á, at ung eiga at verða hoyrd.
Ikki bara sum eitt hugskot, men sum ein verulig rødd við borðið. Ov nógv ung kenna í dag, at framtíðin er ógreið. Stúran og ørkymlan valda, tá vit umhugsa at fáa bústað, útbúgving, arbeiði og eina framtíð at hanga saman. Tað er júst hesa kenslu, eg vil broyta.
Ein av størstu avbjóðingunum er bústaðarmarknaðurin. Tað er trupult hjá ungum at fáa fótin inn á marknaðin, og nógv mugu leiga undir ótryggum umstøðum, meðan tey, ið hava møguleikan, “sleppa” framhaldandi at búgva heima
Dreymurin um egið heim kennist ofta fjarur. Tí vil eg, saman við Sambandsflokkinum, stovna ein bústaðargrunn, sum kann hjálpa fyrstuferð keyparum við kravinum um eginfígging. Hjálp til eginfígging er at hjálpa við størstu avbjóðingini – fortreytini fyri lán. Fáa vit hetta ígjøgnum, so merkir tað, serliga fyri útjaðaran, at fleiri kunnu vakna, tí dreymurin gerst veruligur.
Sum lesandi á Fróðskaparsetrinum, síggi eg hvønn dag, hvussu nógv vit mangla eitt veruligt lestrarumhvørvi. Vit hava ikki eitt stað, har vit veruliga hoyra saman. Eg skal hava, og fara at prioritera eitt kampus!
Eitt livandi umhvørvi, har vit kunnu lesa saman, kjakast og skapa nýggjar hugsanir. Har vit skapa minni og kunnu gera feilir saman við samsintum, ið somuleiðis lesa á lívsins skúla.
At liva, læra og kiksa eru grundarsteinar fyri menning – og vit ungu skulu hava tryggar umstøður at læra uppá tann harða mátan.
Egentliga er hetta ein sannlík raðfesting, tí allir flokkar eru samdir hesum viðvíkjandi. Tí krevst samstarv millum komandi politikkarar fyri at venda gongdini. Vit eru samd um at broyta. Vit eru samd um at betra. Vit mangla bara at slóða fyri samstarvi – at staðfesta konsensus við handling.
X við Áka Stenberg











