Í gjár var ein heldur óvanligur dagur hjá Tórshavnar Sløkkiliði. Innan fyri ein tíma vóru tvær útrykningar í sambandi við eldsbrunar. Fyrst fekk Sløkkiliðið fráboðan um eld í einum húsum á Vesturgøtu í Havn, men her bleiv talan ongantíð um alvorligan eldsbruna, tí Sløkkiliðið var so mikið skjótt á staðnum og fekk tamarhald á støðuna.
Stutt aftaná varð boðað frá nýggjum eldsbruna - hesa ferð á verkstaðnum hjá Bilrøkt. Sløkkiliðsstjórin fortelur, at sløkkiliðsfólkini vóru júst komin aftur á Brandstøðina og vóru í holt við at rigga bilarnar til aftur eftir eldin í Vesturgøtu. Tey vóru tí til reiðar at fara avstað beinanvegin, tá boð vóru eftir teimum á Bilrøkt og vóru tí skjót á staðnum.
Heini Østerø, stjóri í Tórshavnar Sløkkiliði, minnist ikki, nær tað seinast hava verið tveir eldsbrunar í Havn í senn - ella við so stuttum millumbili. Hetta var tí ein sera óvanligur dagur hjá Sløkkiliðnum.
- Eldur er ikki gerandiskostur hjá okkum, so vit høvdu munandi meira at gera, enn vit plaga vanligar dagar. Vit hava kanska áleið einar 50-60 utrykningar um árið, har eldur er ein partur av teimum. So dagurin í gjár var nógv merktur av hesum, sigur Heini Østerø.
Men stutta millumbilið millum eldsbrunarnar var sum so ikki ein stór avbjóðing hjá Sløkkiliðnum. Nokk av brandbilum og fólki eru, sum høvdu kunnað traðkað til - eisini um tað hevði staðið verri til, enn tað gjørdi í gjár.
- Vit høvdu kunnað sett eykaliðið hjá okkum í gongd eisini, tí vit hava 14 fólk aftrat her í Havn. Hevði støðan verið uppaftur verri, enn hon var, høvdu vit kallað Kollafjarðar Sløkkilið til. Men vit eru væl stillað við fólki og hava eisini fólk á Velbastað og í Kaldbak, sigur Heini Østerø.
Eldur kom í nýggjasta verkstaðið hjá Bilrøkt, og Heini Østerø sigur, at talan er um stóran skaða í hesum verkstaðnum. Restin av bygninginum og tað gamla verkstaðið er alt intakt, men nýggja verkstaðið má umvælast, áðrenn tað kann brúkast aftur. Í húsunum á Vesturgøtu settu teir ein ventilator at blása roykin út fyri at minka um vandan fyri roykskaða.
- Tað var gott, at tað ikki var verri, enn tað var, sigur sløkkiliðsstjórin, Heini Østerø.