Ein vanlukka fyri kappingina um fiskin

? Hetta líkist einum kvetti og eg skilji ikki, hví alt arbeiðið verður gjørt í tí dulda, heldur Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum. Í løgtinginum í dag vil hann hava eina forkláring frá Bjarna Djurholm um hvussu tað ber til at Fiskavirking so knappliga kundi yvirtaka Fisksøluna

Fiskavirking & Fiskasølan

? Eg veit ikki hvat tað er, sum gongur fyri seg. Tí vil eg hava eina forkláring frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Henrik Old, formaður í vinnunevndini í Løgtinginum, er ógvuliga ørkymlaður um tað sum fer fram í Framtaksgrunninum í løtuni.
Í løgtinginum í dag fer hann at biðja Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, um eina forkláring uppá, hvat tað er, sum fer fram í Framtaksgrunninum og, hvat ætlanin er.
Fyri nøkrum døgum síðani bórust tey tíðindi, at Fiskavirking hevði hug at keypa Fiskasøluna. Síðani kom fram, at nevnd og leiðsla í Fiskasøluni ætlaði at keypa fyritøkuna.
Men tað endaði við, at Fiskasølan og Fiskavirking vórðu samanløgd mánakvøldið og nevnd og stjóri í Fiskasøluni vórðu send til hús.
Tað er Framtaksgrunnurin sum eigur báðar fyritøkurnar, men formaðurin í vinnunevndini skilir ikki framferðina.
? Tá ið ein fyritøka skal seljast, verður sum oftast roynt at fáa so góðan prís sum gjørligt. Hinvegin roynir Framtaksgrunnurin at hava alt so loyniligt sum gjørligt og tað er mær ein gáta.
? Tað er rættiliga løgið. Men onkur ætlanin er aftanfyri alt hetta og tað eiga vit at fáa at vita, heldur Henrik Old.
Hann vísir á, at Fiskavirking kann aldrin hava goldið nakað fyri Fiskasøluna, tí tað hevur Fiskavirking ikki pening til.
Hann minnir eisini á, at tað er ikki so langt síðani, at Fiskasølan seldi fyri Fiskavirking. Men tað var alt umráðandi fyri Fiskavirking at sleppa av við Fiskasøluni, tí teir vildu selja fiskin sjálvir.
Henrik Old spyr hvussu tað nú ber til, at Framtaksgrunnurin heldur tað vera rættast at knýta Fiskavirking og Fiskasøluna saman.
Hann vísir eisini á, at Fiskavirking hevur ikki havt pening til at lata virkið í Vàgi uppaftur. Tað kann bara merkja, at Fiskavirking hevur fingið Fiskasøluna fyri einki frá Framtaksgrunninum.
Og tað finst hann eisini harðliga at, tí Framtaksgrunnurin skal betala 93 milliónir aftur í láni
? Men eg dugi ikki at síggja, hvat Framtaksgrunnurin hevur gjørt fyri at útvega pening til at halda sínar lániskyldu og tað haldi eg er átaluvert. Ístaðin kundi Framtaksgrunnurin selt burturav sínum ognum fyri at útvega pening. Hann hugsar eisini um virkið í Vági, sum Fiskavirking ikki brúkar.
Hann sigur, at ein grundgeving fyri at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman kann vera fyri at økja um virðið.
? Men tað økir sanniliga ikki um keyparaskaran, um ætlanin er at selja eina so stóra fyritøku undir einum, heldur Henrik Old.

Ein katastrofa fyri kappingina
Henrik Old heldur eisini, at tað rætt og slætt er ein vanlukka fyri kappingina um fiskin, at Fiskasølan og Fiskavirking nú verða løgd saman.
Fiskasølan hevur virki í Hvalba og virki í Vági. Nú hevur so Fiskavirking eisini fingið hesi bæði virkini undir hond, er tað eitt stórt bakkast fyri kappingina um fiskin.
? Í løtuni arbeiða vit hart fyri at finna eina loysn, so at skipini fáast at avreiða meir í Føroyum. Men tað sum nú er hent, er eitt álvarsligt skot fyri bógvin í royndunum at fáa meiri fisk upp á land í Føroyum, tí nú er ein hampiliga stórur keypari minni at kappast um fiskin.
? Og tað er tað mest óhugnaliga við hesi ætlanini og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri royndirnar at fáa meiri fisk upp á land í Føroyum.
? Tí sampakkar samanleggingin av Fiskavirking og Fiskasøluni als ikki við arbeiðið at fáa meiri fisk á land í Føroyum.
? Hetta er farið at líkjast gomlum, russiskum tilstandum, sigur Henrik Old.

Væntar tað ringasta
Henrik væntar eisini tað ringasta fyri virkini í Vági og í Hvalba.
? Skulu vit meta útfrá tí, sum er hent, kunnu vit baravænta tað ringasta og at virkið í Vági og í Hvalba lata aftur.
Hann vísir á, at síðani í vár hevur Fiskavirking lovað at lata virkið í Vági uppaftur, men enn røkist onki fyri tí.
Og nú Fiskavirking hevur stórt saltfiskavirki á Toftum, gevi eg ikki virkinum í Vági stórar møguleikar og tað sama við virkinum í Hvalba, tí Fiskavirking hevur fleiri feskfiskavirki frammanundan.